Í Svøríki sigur løgreglan seg hava illgruna um, hvør tað var, sum burturflutti vinnulívsmannin Fabian Bengtsson. Hann bleiv burturfluttar tann 17. januar, men í síðstu viku kom hann afturíaftur.
Sambært blaðnum Expressen hevur Fabian Bengtsson greitt løgregluni frá, at burturflytararnir høvdu hann sitandi í einum kassa, sum var so lítil, at hann hevði ilt við at fáa nóg mikið av luft. Hann var fleiri ferðir bangin fyri at doyggja, men ein av burturflytarunum royndi at sissa hann, og tað var hesum manninum fyri at takka, at eg yvirhøvur kom aftur á lívi, skal Fabian Bengtsson hava sagt.
Ein talsmaður hjá løgregluni í Gøteborg segði í gjár, at burturflytararnir vóru helst tríggir í tali, og at løgreglan hevur góð spor at ganga eftir. Tí væntaði talsmaðurin, at menninir verða tiknir skjótt.