Í gjárkvøldið høvdu fleiri enn 100 heimskendir tónleikarar heimakonsertir, sum vórðu stroymdar beinleiðis í sambandi við tiltakið "One World: Together at Home".
Av nøvnum, sum luttóku, vóru millum annað Rolling Stones, Celine Dion, Stewie Wonder, Andrea Bocelli, Paul McCartney Billie Eilish og Lady Gaga.
Alt tiltakið var áleið átta tímar tilsamans, har teir einstaku tónleikararnir framførdu hvør í sínum lagi í nakrar minuttir.
Tiltakið varð fyriskipað av World Health Organization (WHO) og Global Citizen. Endamálið er at varpa ljós á støðuna við hervuligu koronasmittuni, sum allur heimurin er ávirkaður av í løtuni.
Vit hava savnað nakrar av framførslunum, sum vóru í nátt, saman her.
Taylor Swift er millum teirra, sum hevur fingið mest umrøðu aftaná hetta stroymingtiltakið. Hon framførdi sangin "Soon You Get Better", sum hevur hevur skrivað til mammu sína, sum í fleiri ár hevur verið sjúk við krabbameini.
Fjepparar hennara siga, at sangurin passaði væl til støðuna í heiminum í dag við koronavirus. Hygg her:
##med2##
Rocklegendurnar úr Rolling Stones tóku eisini lurtararnar á bóli. Keith Richards, Ronnie Wood, Charlie Watts og Mick Jagger luttóku allir í somu konsert.
Tað serliga var, at eingin teirra var í sama rúmi. Teir vóru allir heima hjá sær sjálvum. Teir spældu sangin "You Can't Always Get What You Want"
##med3##
Eddie Vedder luttók eisini, og hann sang vakra sangin "River Cross", sum er við á nýggju fløguni hjá Pearl Jam – Gigaton.
##med4##
73 ára gamli Elton John sang heima úr sínum hava. Hann sang sangin "I'm Still Standing".
##med5##
Unga og aktuella poppstjørnan Billie Eilish sang sangin "Sunny".
##med6##
Chris Martin, sangari í Coldplay, luttók eisini heima úr stovu sínari.
##med7##
Lady Gaga hevði eina konsert, sum hevur fingið øgiliga góð skotsmál, og nógv hava lurtað eftir henni seinasta døgnið. Hon sang lagið "Smile"
##med8##
Paul McCartney luttók eisini. Hann sang kenda sangin "Lady Madonna" hjá the Beatles. Hoyr hann syngja og framføra her:
##med9##