Í dag er altjóða kvinnudagur, okkara dagur og ein dagur har tað er gott at hugleiða um støðu okkara í heiminum, í familjuni, á arbeiðsplássinum, á politiska leikvøllinum og yvirhøvur. Mínar hugleiðingar eru sjálvsagt frá mínum politiska lívi, sum eg uppá gott og ónt havi upplivað.
Tá eg byrjaði í politikki, setti eg mær fyri, at eg skuldi sjálv taka stríðið upp og vera ein fyrimynd fyri aðrar kvinnur í mínum politisku sessum og leiklutum. Eg ynskti sjálv at vísa í verki, at tað bar væl til at blíva tað, tú setir tær fyri, og at aðrar kvinnur eisini kundu gera tað sama, og eg tók av øllum teimum møguleikunum, sum eg hevði stríðst fyri at fáa. Hóast eg heilhjartað gangi inn fyri javnstøðu, so minnist eg, at eg gjørdi upp við meg sjálva, tá eg kom inn á politiska pallin, at eg ikki skuldi brúka so nógva orku uppá at tosa um javnstøðu við at tosa um tað og gera tað til eitt politiskt mál hjá mær, tí so bleiv eg als ikki tikin í álvara á einum so mannligum palli, ímyndaður av einari sera patriarkalskari siðvenju og mentan. Eg tagdi tí, um alt tað eg sá av órættvísi og skeivleikum, sum vit kvinnur blivu útsettar fyri, tí tað tænti ongum endamáli annað enn, at eg hevði blivið stemplað sum hon, ið ikki toldi at vera í tí harða umhvørvinum, sum politikkur er. Eg lærdi at tola tvífalt so nógv av, enn tað var neyðugt fyri at yvirliva, Og jú longri upp á politiska stiganum eg kom, truplari bleiv tað at vera kvinna, og tí skuldu kempa tvífalt so hart fyri at prógvað, at tú hevði rætt at vera har.
Við árunum er hetta nógv broytt, og eg eri nógv broytt. Eg haldi, at tað er ongantíð so týdningarmikið at tosa um javnstøðu sum nú, tí tær lógarforðingar vit kvinnur upplivdu í byrjandi av 1900 talinum, sum forðaðu okkum at stilla upp hevur flutt seg á aðrar pallar, á teir sosialu miðlarnar og ikki minst hava vit enn tær tær ósjónligu lógirnar, tær psykologisku mekanismurnar, sum gera seg galdandi, har tú verður ósjónliggjørd sum kvinna, upplýsingar og avtalur gjørdar uttanum teg og har tú verður niðurgjørd og smottað fyri tíni sjónarmið (hate -speech) fyri at taka nakrar av mekanismunum.
Eg eri takksom fyri kvinnur, sum eg havi møtt á leiðini í politikki, sum eg virðismeti serliga høgt. Tá eg varð vald fyrstu ferð á Føroya løgting í 2008, vóru vit bara nakrar fáar kvinnur, sum høvdu fingið hendan tignarliga sess. Vit leitaðu saman tvørturum politisk mørk og funnu stuðul í hvøjari aðari.
Ì dag haldi eg, at vit sum hava verið ígjøgnum eitt langt politiskt lív, hava skyldu til at stuðla og hjálpa øðrum kvinnum á veg, at slóða fyri og vísa vegin, ikki tí vit ikki skulu vera ósamdar, men ein stuðlandi hond, eitt stuðlandi orð á vegnum kann ofta gera allan munin. Og vit kvinnur hava framvegis nógv at kempað fyri. Undirritaða misti sín tingsessin, tá sammøður málið bleiv samtykt, eitt mál sum gav børnum hjá sammøðrum líka rætt sum onnur børn. Ì dag hótta somu kreftir at rulla fosturtøkulógina aftur, rættin hjá kvinnuni sjálvari at taka tað mest truplu og eymu avgerðina, sum bara hon í síðsta enda kann taka.
Í dag ár seinni havi eg valt, at gera javnstøðu til eitt politiskt mál hjá mær, tíðin er ikki longur at tiga, tí tann sum tegir samtykkir. Tíðin er komin til at standa saman um tey rættindi, sum kvinnur hava fingið, standa saman tvørturum floksmørk og stuðla hvørjari aðari, tá á stendur, koma við við einum góðum orði, vísa í verki at vit eisini tora at taka kampar fyri hvørja aðra, at vísa yngru kvinnum á veg, ja tíðin er komin at vera tann góða fyrimyndin, sum tú vilt at aðrar kvinnur skulu vera fyri teg.
Takk til allar tykkum sum hava slóðað fyri, takk til tykkum djørvu kvinnur, sum hava valt at trína fram á politiska pallin fyri fyrstu ferð, minst til, at tit longu nú hava vunnið við at tora at stilla upp og vísa hvør tit eru. Takk til mínar fantastisku ommur, sum góvu mær so nógv gott í beini og takk til mammu mína sum er heimsins menniskja, og sum eg virðismeti so serliga høgt.
Góðan kvinnudag allar samlar
Annika Olsen











