Verður endurtikið

Frælsur ítróttur - – Eg vænti ikki, at Jatnatøk var henda eina kappingin, og at so verður ikki meira. Hetta fara vit nokk at endurtaka, sigur ein av fyrireikarunum leygardagin, Heri Ziska

– Eg eri nokk so væl nøgdur við úrslitini. Vit fingu nøkur góð úrslit í fleiri av kappingunum og tað bleiv eisini spennandi í fleiri av teimum. Tað var nokk so gott, og yvirhøvur vísti alt seg at rigga øgiliga væl.
Soleiðis tók Heri Ziska sam­an um kappingina, Jatna­tøk, tá hann í einari stuttari við­merking skuldi eftirmeta á stað­num.
– Hetta er so fyrstu ferð, vit hava hesa kappingina, og vit hava eisini lært, at tað eru nakrir smálutir, ið kanska skulu juster­ast til næstu ferð, so tað gongur enn smidligari at fáa tað heila avgreitt. Men tað er nú heldur ikki so lætt, tá streymurin fer, tí tá eru vit eitt sindur »på herrens mark«, eitt nú tá vit skulu brúka elektron­iska tíðtøku.
Heri helt, at tað var nakað serligt at fáa útlendingar henda­vegin at kappast, tí tað gev­ur teimum føroysku íðkar­unum ein møguleika at vísa, hvat teir kunnu.

Fleiri kvinnur við
– Eitt, ið kanska fær okkum at hugsa eitt sindur, er at í Før­oyum halda gentur og kvinnur seg meira aftur enn dreingir og menn, tá tað kemur til frælsan ítrótt, men av útlendingunum, ið vóru við hesa ferð, vóru sjey kvinnur og tríggir menn. Og serliga væl mannaðar vóru út­lendsku kvinnurnar í teim­um teknisku greinunum, har tað er nokk so torført at fáa kvinn­ur­nar við her í Føroyum. Tí vóni eg, at onkrar av okkara kvinnum hava sæð, at har kundi verið nakað at gjørt meira við, sigur Heri Ziska.
Nú henda fyrsta kappingin av hesum slagi í Føroyum er farin afturum, er kanska í so tíð­liga at koma til niðurstøður, men Heri sigur hetta vera ein gamlan dreym, sum hevur verið til, líka síðani Hvirlan varð stovnað, og at ætlanin ikki er, at hetta skal vera einasta kapp­ingin av hesum slagnum.
– Dreymurin er at byggja hetta upp til nakað rímiliga stórt, og serliga at fáa fleiri útlendingar hendavegin, tí tá kunnu vit sleppa at royna okk­um ordiliga. Nú sóu vit, at vit fingu góða kapping í fleiri av greinunum, og tað dámdi øllum væl. So eg vænti ikki, at hetta var henda eina kappingin, og at so verður ikki meira. Hetta fara vit nokk at endurtaka, sigur hann.