Bara 1000 atgongumerki afturat verða seld í forsølu til Summar Festivalin
Sølan av atgongumerkjum til festivalin gongur støðugt, og fyrireikararnir meta tað vera sannlíkt, at festivalurin verður útseldur í forsølu.
Fyrireikararnir hava sett hámark fyri, hvussu nógv fólk sleppa inn til festivalin, og tað markið er sett til 5000 fólk hvønn dagin. Hetta verður gjørt, so at allir gestirnir kunnu fáa eitt gott upplivilsi á festivalinum. Hugsað verður um trygd, tænastur, matsølu og ferðing til og frá festivalinum.
Orsøkin til stóru forsøluna, sum helst er tann størsta til nakað tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð, er, at Summar Festivalurin hevur fingið kend nøvn sum Brian McFadden, Shakin' Stevens og Anne Linnet at spæla, umframt nógv góð føroysk nøvn. Og tað er ikki minst poppstjørnan, Brian McFadden, sum dregur nógv fólk til festivalin.
Harafturat eydnaðist festivalurin í fjør væl. Tað er eisini ein týðandi orsøk til stóra áhugan í ár.
Fleiri avdúkingar
Fyrireikingarnar til Summar Festivalin ganga væl. Allir bólkarnir eru komnir upp á pláss, og allar aðrar praktiskar fyrireikingar ganga eisini væl.
Summar Festivalurin verður hildin fríggjadagin 5. og leygardagin 6. august.
Fyrireikararnir siga, at í næstu viku verða helst onkrar spennandi avdúkingar afturat um Summar Festivalin.