Verður verandi turt

Eitt hátrýst leggur seg inn yvir Føroyar av útsynningi, og sum frá líður streymar rættiliga lýggj luft inn yvir landið av landsynningi. Mánadagin kemur væntandi eitt veikt brúgvalag inn yvir oyggjarnar av vestri og seinni fer eitt hátrýst  yvir Skandinavia eisini at breiða seg í ein vestan móti Føroyum.

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, í nátt lækkandi í ein sunnan, 3 til 8 m/s. Turt og sum frá líður nógv sól. Hitin millum 9 og 13 stig, í nátt 4 til 8 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 9 og 13 stig, í nátt um 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í ein sunnan. Turt og sól og hitin millum 10 og 15 stig, men um náttina meiri skýggjað og møguliga regn og hitin um 8 stig.

 

Mánadagin

Sum frá líður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin møguliga regn, men annars yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 8 stig.

 

Týsdagin og mikudagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 8 stig.