Verð vælkomin, Atlantic Navigator

Hóast ilsligt hevur verið í veðrinum, hava menn arbeitt dúgliga við at rigga soleiðis til, at flaggskipið hjá norðoyingum kann sleppa til bryggju, tá tað kemur aftur av fyrsta túrinum um fáar dagar.

Ánirnar: Alt er ikki liðugt. Og alt verður hendur ikki liðugt, tá Atlantic Navigator kemur til Klaksvíkar ein av næstu døgunum.
Fiskiskapurin hjá Atlantic Navigator hevur verið góður, og hava teir higartil framleitt omanfyri 750 tons av surimi og mjøli.
Gongst sum ætlað kemur skipið við fyrstu lastini á Klaksvík - ella rættari sagt Ánirnar - mánadagin í næstu viku.
Tá reiðaríið setti fram ynski um at sleppa at leggja veiðuna upp í Klaksvík, varð hetta væl móttikið av Klaksvíkar kommunu.

Alt gjørt klárt
Kommunan setti sær beinanvegin fyri at kanna møguleikan fyri hesum, nú nýggja ídnaðarhavnin í Ánunum er um at verða liðug.
Fyri viku síðani varð ein ástaðarfundur hildin í ídnaðarhavnini millum kommununa, reiðaríið hjá Atlantic Navigator, Preben Hansen, sum er ráðgevandi verkfrøðingur, Skipafelagið Føroyar og JKP-Contractors, um møguleikan fyri at leggja veiðuna upp á góðshavnini.
Niðurstøðan á fundinum varð greið og í fýra punktum: Ein partvís avhending av Ídnaðarhavnini verður longu í dag. Skipafelagið setur upp umleið 40 frystibingjur á staðnum, og í triðja lagi leigar Klaksvíkar Kommuna eitt neyðstreymsannlegg frá SEV við eini effekt uppá 380 KVA, m.a. til frystibyngjurnar. Umframt hetta, skal ein skrái gerast frá bryggjukantinum og yvir á Navigator.
Annars hava fólk longu lagt til merkis, nú illveður hevur verið, hvussu veðurgott og kyrt tað er í nýggju ídnaðarhavnini í Ánunum.
Hóast Ídnaðarhavnin varð partvís avhendað í dag, so er arbeiðið ikki liðugt enn.
- Vit vænta, at tað verður einaferð í mars/apríl, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen við Sosialin.