Vera seinnapartin á vektini hjá Håkan

Håkan Ericson fer fyrrapartin í morgin at boða frá, hvørjir fara at umboða føðilandið i landsdystunum í aðru viku

Håkan Ericson landsliðsvenjari saman við Tróndi Arge frá FM1

Í gjár var landsliðsvenjarin á Svangaskarði og hugdi, tá ið B68 og EB/Streymur spældu 1-1. Í dag verður hann millum áskoðararnar í Sarpugerði, tá ið Víkingur og KÍ fara at spæla.

 

FSF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

Mánadagin 12. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har hópurin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi verður kunngjørdur

 

12. september telist millum størstu dagar í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var júst dagin í 1990, at A-landsliðið við monnum spældi sín fyrsta undankappingardyst í EM og HM samanhangi, og úrslitið í fyrsta dystinum kenna allarhelst øll.

 

Eingin grasvøllur, ið var góðkendur til altjóða dystir, var í Føroyum um tað mundi, og tí varð spælt í Landskrona í Svøríki. At føroyska landsliðið spældi fyrstu dystirnar á svenskari jørð, og ikki í øðrum landi, komst fyrst og fremst av, at sviar skuldu vera vertir fyri EM-endaspælinum, og tí bleiv mett, at tað var hóskandi at Føroyar í hesi undankappingini høvdu heimavøllin í Svøríki.

 

Føroyar vunnu 1-0 móti Eysturríki við máli frá Torkili Nielsen. Eitt úrslit, ið veruliga setti Føroyar á fótbóltsliga heimskortið, og komandi mánadag eru sostatt 32 ár síðan minniliga sigurin.

 

Men komandi mánadag verður eisini farið undir at skriva fyrstu reglurnar í seinasta parti í hesum umfarinum. Mánadagin klokkan 10:00 fer A-landsliðsvenjarin, Håkan Ericson nevniliga at kunngera hópin til síðstu dystirnar í verandi UEFA Nations League kapping, sum eru á útivølli móti Litava, og á heimavølli móti Turkalandi.

 

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Turkaland á Tórsvølli.

 

Turkaland er greitt oddalið í bólkinum við fullum stigatali, meðan Luksemborg er nummar 2 við 7 stigum. Føroyar eru á 3. plássi við 4 stigum, sum eru komin í skjáttuna eftir 2-1 sigur á heimavølli móti Litava, og javnleik 2-2 á útivølli móti Luksemborg. Samlaði málmunurin hjá Føroyum er 4-8. Aftast í bólkinum er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

 

Lutakastið til næstu EM-undankapping, sum er á skránni komandi ár, verður í Frankfurt sunnudagin 9. oktober. Sjálvt EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli.

 

Håkan Ericson landsliðsvenjari saman við Tróndi Arge frá FM1