Vera í sterkum bólki

-Vit kenna okkum púra tryggar, og er tað als einki óvanligt í tí, at bólkar broytast undan eini útbjóðing sigur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni í sambandi við grein í Sosialinum í gjár um tvístøðuna hjá Norsk Hydro í bólkinum.

Vilhelm Petersen sigur, at vit hava sæð slíkar broytingar í nærum øllum bólkum. Er tað so, at eitt felag fer úr teirra bólki, so standa onnur og ynskja at koma inn. Hann ivast tí ikki í, at The Faroes Partnership verður eins sterkur bólkur, tá útbjóðing verður sum í dag. -Tað er sjálvandi spell, um eitt felag, sum man hevur havt sera gott samstarv fer úr bólkinum. Eg kann bert vissa allar okkara partaeigarar, at tað verður eitt sterkt Faroes Partnership, sum fer at søkja um leitiloyvi við Føroyar sigur Vilhelm Petersen, sum vísir á, at Atlants Kolvetni tekur sjálvt avgerð um tað vil gera íløgur í útbygging av einum felti. Í dag eru umleið 2000 partaeigarar í Atlants Kolvetni við tilsamans 46,2 mill. kr. Partafelagstekningin herfyri eydnaðist sera væl og fingu teir góðar 14 mill. kr. aftrat í partapeningi. Stjórin í felagnum heldur vit ganga spennandi tíðum á møti og fer felagið eisini at fylgja væl við gongdini og vera virkið alla staðni, har hetta her til.