- Verandi støða er ikki haldbar

Eftir ætlan verður Atlantsflog tikið av keypsskálanum 17. mars. – Neyðugt er at fáa frið um felagið, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður

- Ja, tú kanst væl siga, at hetta er ein avleiðing av miseydnaðu ætlanini at einskilja Atlantsflog.

 

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í føroyska flogfarinum.

 

Í desember 2006 samtykti løgtingið at fara undir at einskilja Atlantsflog. Fyrsti triðingurin av partabrøvunum varð seldur og felagið varð skrásett á keypsskálunim í Reykjavík og Keypmannahavn.

 

Síðani steðgaði alt upp. Landsstýrið eigur framvegis 66 prosent av partabrøvunum, meðan ónøgdin hjá privatu partaeigarunum økist. Partabrævið verður stórt sæð ikki handlað, og kursurin liggur í dag á 141, sum er væl lægri enn tá felagið varð skrásett.

 

Í eini roynd at fáa frið um felagið vil nevndin í Atlantsflog nú geva smáu partaeigarunum eitt tilboð, ið tey ikki kunnu siga nei til.

 

Felagið bjóðar sær til at keypa øll partabrøvini aftur frá privatu partaeigarunum fyri kurs 210. Tað fer at kosta felagnum umleið 71 milliónir krónur.

 

Les eisini: Nú verður Atlantsflog nationaliserað

 

- Vit hava sjálvandi kannað áhugan millum privatu partaeigararnar, sigur Niels Mortensen, sum hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at gera felagið alment aftur.

 

Sambært viðtøkunum kunnu 90 prosent av partabrøvunum gera av, at felagið skal takast av aftur keypsskálanum.

 

- Vit hava kallað inn til eykaaðalfund 10. mars. Verður okkara uppskot samtykt tá, so verður Atlantsflog tikið av keypsskálanum umleið eina viku seinni, sigur Niels Mortensen.

 

Nevndarformaðurin í Atlantsflog heldur, at Atlantsflog við hesum stignum gerst eitt felag við størri tolsemi.

 

- Tá fáa vit ein eigara, sum hevur størri tol til at byggja upp rutur. Tá ber til at hyggja at at felagnum á ein annan máta, sigur Niels Mortensen.

 

Spurdur um hetta stigið gevur bíligari ferðaseðlar, svarar nevndarformaðurin:

 

- Vit hava sett út í kortið eitt strategiarbeiði. Nýggja strategiin verður liðug í summar, og tá skal eg svara hasum spurninginum, sigur Niels Mortensen.

 

Hoyr samrøðu við Niels Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.