- Síðan Fjarlestardepilin varð stovnaður á vári 2013 hevur stórur eftirspurningur verið eftir pedagogútbúgving umvegis fjarlestur. Tí fegnast vit um, at samstarv nú er fingið í lag millum Fjarlestrardepilin og UCC-Nord í Danmark, soleiðis at tað ber til at lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Fjarlestrardepilin hevur í longri tíð arbeitt við at fáa í lag hesa skipan, og nú komið er á mál, merkir hetta, at føroyingar kunnu lesa til pedagog umvegis fjarlestur, uttan at fara av landinum fleiri ferðir um árið í samband við fjarlesturin, eins og vanligt hevur verið í samband við pedagogútbúgving sum fjarlesandi.
Útbúgvingin verður skipað sum ein kombinatión av fjarlestri og undirvísing á
Fjarlestrardeplinum í Vági. Ítøkiliga merkir hetta, at tað í Vági verður
fjarundirvísing fimm vikuskiftið (fríggjadag og leygardag) hvørja lestrarhálvu,
umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Harumframt verður eisini nakrar
undirvísing í Vági, har undirvísarar frá UCC-Nord koma á staðið.
Fyri lesandi merkir hetta, at tey kunnu lesa til pedagog uttan at hetta hevur
stórvegis ávirkan á teirra gerandis- og arbeiðslív. Harumframt slepst undan stórum kostnaði við at ferðast til Danmarkar í samband við fjarlestrarútbúgvingina, eins og vanligt hevur verið.
Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, so er eisini gjørt samstarv við UCC-Nord um merit-útbúgvingina, tað vil siga at fólk við drúgvum royndum innan til dømis barnaansingarøkið nú kunnu taka pedagogútbúgving sum merit-útbúgving.
- Vit fegnast um, at tað við hesum er vorðið gjørligt hjá fólki at taka enn eina
útbúgving í Suðuroynni. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnir hjá fólki at støðast í Suðoynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum leggur afturat, at fólk úr øllum landinum sjálvandi kunnu søkja inn á útbúgvingina á Fjarlestrardeplinum í Vági.