Næsta ár um hetta mundið verður stór kórstevna, »Útnyrðingsljómur«, hildin í Føroyum. Tað er Havnarkórið, sum hevur tikið stig til hetta kórtiltak á altjóða støði, sum Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur játtað 300.000 kr. til.
Umframt føroyska kórið fara Kór Langholts Kirkju úr Reykjavík og norskt oratoriikór, væntiliga Cæciliaforeningen í Oslo, at luttaka, og aðalinnihaldið í stevnuni, sum fer at vara í eina viku, verður megnarverkið Requiem eftir italska tónaskaldið Giuseppe Verdi.
Ikki er endalig støða tikin til krevjandi orkesturleiklutin, men væntiliga verður talan um symfoniorkestur sett saman av musikarum úr Noreg, Føroyum og Íslandi. Solistarnir verða hsir:
Óløf Kolbrún Harðardóttir, Ísland, sopran, Urszula Kryger, Pólland, alt, Jón Rúnar Arason, Ísland, tenorur og Krzystof Borysiewicz, Pólland, bassur.
Leiðari verður gitin dirigentur úr USA, Yaakov Bergman at navni.