Verður bankatoskurin okkara fyrsti veðurlags pínslaváttur?

Føroyabanki eigur at verða lýstur sum Tjóðargarður og nýttur til gransking og í ávísan mun til ferðavinnu og gastronomi, til tann dagurin kemur, at toskastovnurin er komin fyri seg og tolir vinnuliga veiði

Tað hitnar, eisini hjá okkum. 2025 var heitasta árið í nýggjari tíð.

 

Hitin í sjónum hevur eina stóra ávirkan á okkara fiskatilfeingið og møguleikarnar at ala. Alt bendir á, at vit í ár fara at fáa eina sokallaða ”Super El Nino", t.v.s. , at tað verður enn heitari og enn meira ógvusligt veður við nógvum avfalli.

 

Serfrøðingar eru rættiliga samdir um, at Føroyabanki nú er týðiliga ávirkaður av hesum hita. Toskastovnurin er framvegin sera lítil í mun til, hvat hann var áður, og somu serfrøðingarnir mæla til beinanvegin at steðga allari vinnuligari veiði á Bankanum.

 

Stovnurin er so lítil, at ov lítið fer at koma undan, og at toskurin um stutta tíð kann verða horvin. Stovnurin tolir ikki bæði veðurlagsbroytingar og vinnuliga veiði. Einasta bjarging, meta teir,  er sum sagt at steðga vinnuligari veiði í nøkur ár.

 

Tá er kanska ein møgulleiki fyri, at toskurin kemur fyri seg aftur.

 

Umframt toskin, er Føroyabanki eitt sera forvitnisligt øki við nógvum fiskasløgum og skeljadjórum. Her  er hvalur, og Bankin hevur eisini sera stóran týdning fyri okkara fuglameingi.

 

##med2##

 

Føroyabanki eigur at verða lýstur sum ein Tjóðargarður og nýttur til gransking og í ávísan mun til ferðavinnu og gastronomi, til tann dagurin aftur kemur, at toskastovnurin er komin fyri seg og aftur tolir vinnuliga veiði.

 

Vit hava nú ein nýggjan fiskimálaráðharra, og verður hann noyddur at taka eina støðu til Føroyabanka, um toskurin skal bjargast!

 

Hvørjum fer nýggi fiskimálaráðharrin at lurta eftir? 

 

Johan Mortensen

 

##med3##

 

Johan Mortensen við stórum toski av Føroyabanka

Umframt toskin, er Bankin eitt sera forvitnisligt øki við nógvum fiskasløgum og skeljadjórum