Fleiri av røðarunum í tinginum í gjár vóru inni á spurninginum um, hvørt næmingarnir kundu reisa endurgjaldskrav fyri mista skúlatíð.
Málið var í veruleikanum tað, at av tí at næmingarnir nú høvdu mist so nógva skúlatíð var ivasamt, um teir fóru at standa próvtøkurnar ? ella um teir í heila tikið fóru upp til hesar próvtøkur.
Undir øllum umstøðum kann fýra vikur langa verkfallið nú hava ført til, at fleiri av næmingunum falla frá, og tískil hava spilt burtur eitt heilt ár. Tí í so fall má metast, at fyrra hálvár av skúlaárinum er gingið til púrasta onga nyttu, samstundis sum næmingarnir standa við einum seinna hálvári, sum teir als ikki kunnu brúka til nakað.
Landsstýrið ella
Yrkisfelagið
Jógvan Djurhuus var inni á hesum sama og vísti á, at eitt møguligt endurgjaldskrav mátti enda hjá landsstýrinum, tí hvar aðrastaðni skuldi eitt slíkt annars fara.
Men hvørki Bjørn á Heygum ella Bjarni Djurholm vóru samdir í hesum. Seinni nevndi vísti á, at tað var Yrkisfelagið, ið ikki vildi møta á samráðingarfundi, og tískil var høvuðsorsøkin til, at ein stórur partur av skúlaverkinum nú hevur ligið stillur í fýra vikur.
Jógvan Djurhuus vísti á, at landsstýrið í síðsta enda hevur ábyrgd av skúlaverkinum, og tí mátti eitt endurgjaldskrav sjálvandi enda á landsstýrisborðinum. Um so landsstýrið kravdi peningin aftur frá Yrkisfelagnum, var ein onnur søga.