- Verið ansin við bálunum

- Tað er skilabetri at bíða til í morgin við at brenna bál, men eg vóni tey, sum festa í í kvøld, eru ansin, sigur vakthavandi hjá sløkkiliðnum í Havn.

- Tað er skilabetri at bíða til í morgin við at brenna bál, men eg vóni tey, sum fest í í kvøld, eru ansin, sigur vakthavandi hjá sløkkiliðnum í Havn.

 

Tað er illveður kring landið, og hjá sløkkiliðnum í Havn siga tey, at fólk í dag hava ringt til teirra – serliga um hjálp til at tryggja leysar lutir og annars fyri at fáa ráð til, hvussu tey skulu fyrihalda seg í illveðrinum, nú bál og rakettir eru á skránni hjá flestu fólkum.

 

Nakrar fáar fráboðanir eru komnar um skaðar og leysar lutir. Fyri løtuni síðani skrivaðu vit her á in.fo, at løgreglan hevði fingið fráboðan um leysar lutir á tekjuni á Glasi og somuleiðis á nýggja skúlanum á Fløtum. Vakthavandi hjá sløkkiliðnum í Havn sigur, at í báðum førum vóru tað arbeiðsfólk á staðnum, sum tóku hond um skaðarnar.

 

Løgreglan hevur her á in.fo fyri løtu síðani heitt á fólk um at bíða við fýrverkinum til í morgin, og vakthavandi hjá sløkkiliðnum sigur somuleiðis, at skilabest er at bíða við at tendra bál til í morgin, tá ið veðurlíkindini eru munandi betur.

 

- Eg vóni í øllum førum, at fólk hugsa seg væl um. Tí tað er skjótt, at tað kann ganga galið, um man tendrar bál í illveðrið, sigur vakthavandi hjá sløkkiliðnum.