Verjar vilja hava fongsling av Paul Watson í Hægstarætt

Verjarnir hjá Paul Watson fara at søkja um at fáa fongslingina av Paul Watson í Grønlandi fyri Hægstarætt.

Verjarnir hjá umhvørvisaktivistinum Paul Watson fara at søkja donsku Procesbevillingsnevndina um loyvi til at leggja avgerðina hjá Grønlendska landsrættinum um framhaldandi varðhaldsfongsling av Watson fyri hægstarætt.

 

Tað sigur Julie Stage, sum er ein av hansara verjum.

 

Grønlendski Landsrætturin staðfesti týsdagin avgerðina hjá grønlendska dómstólinum um at leingja varðhaldið hjá Watson í Nuuk.

 

Hósdagin í síðstu viku gjørdi rætturin í Grønlandi av at leingja varðhaldsfongslingina hjá Paul Watson til 5. september.

 

Paul Watson kærdi ta avgerðina, men týsdagin gav grønlendski Landsrætturin grønt ljós til avgerðina.

 

Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli og hevur sitið í varðhaldi í Grønlandi síðani 22. juli.

 

Handtøkan fór fram við støði í handtøkuboðum úr Japan, sum vil hava 73 ára gamla Watson útflýggjaðan.

 

/ritzau/