Tað skriva Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag og Føroya Fuglafrøðifelag.
– Hetta er ringasta loysnin av øllum, siga Silas Olofson og onnur náttúruserkøn.
- Tað finst ein serstakliga góð loysn sum verjir náttúruna í Sandoynni. Vit vilja tí staðiliga mæla til, at Tunnilsfelagið velur ta loysnina, sigur Silas Olofson vegna Føroya Fuglafrøðifelag.
Í annaðkvøld, mánakvøldið 8. desember, hevur Silas framløguna "Verjið náttúruna í Sandoynni - okkara Amasonas!" har hann greiðir frá, hví tað er so týðandi, at vit varðveita serstøku náttúruna í Sandoynni.
- Mánakvøldið 8. des 2025 kl 19.00
- Mørkin Mikla 3, Sandur
- Framløgan verður stroymd
Fyriskiparar eru Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið og Veltan










