Verjin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippestad, bað fyrrapartin tingrættin í Oslo fríkenna Breivik. Í øðrum lagi bað hann rættin geva Breivik ta linastu revsingina, sum er møgulig.
-Eg mæli til, at hann prinsipielt verður fríkendur. Breivik hevur viðurkent sínar gerðir, men ikki, at talan er um brotsverk, tí hann metir gerðirnar sum neyðverju, segði Lippestad í rættinum.
Hann segði eisini, at Breivik er ikki sinnissjúkur og kann dømast í fongsul.