– Eg eri fulkomiliga samdur við Pape í, at um tað er soleiðis, at hesi skip verða brúkt til njósning, so krevur tað, at vit gera enn meira, enn vit hava gjørt higartil.
Soleiðis sigur virkandi verjumálaráðharri í Danmark, Troels Lund Poulsen (V), í sendingini 21-søndag á DR.
Hann bleiv spurdur, um danska stjórnin ætlar at leggja trýst á Føroyar fyri at fáa russisku skipini úr Føroyum - ella til dømis siga, at hetta nú snýr seg um trygdina hjá ríkinum, soleiðis at danir sita við borðendan.
– Hetta er eitt føroyskt mál. Men um tað verður njósnað móti ríkisfelagsskapinum, so hevur Danmark sjálvandi eisini eina skyldu at syrgja fyri, at tað ikki kemur fyri. Og vit fara sjálvandi eisini at fylgja málinum. Vit eru ikki naiv, segði Troels Lund Poulsen í 21-Søndag.
Eisini vísti hann á komandi verjuavtaluna, sum skal gerast millum Føroyar, Grønland og Danmark. Eitt av málunum hjá donsku stjórnini verður at raðfesta Føroyar og Grønland nógv meira, enn man áður hevur gjørt í søguni.
– Tað er tørvur á størri politiskum uppmerksemi um ríkisfelagsskapin í sambandi við verju- og trygdarpolitik, segði hann við DR.
##med2##