Verjumálráðharrin vitjar Sambandsflokkin

Í heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Hotel Hafnia í Tórshavn – gestarøðari er formaðurin í danska Vinstra flokkinum, Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, tá hann vitjaði í Tinganesi í fjør.

Í dag hevur Sambandsflokkurin landsfund á Hotel Hafnia. Serligur gestur hjá flokkinum verður Troels Lund Poulsen, sum er danskru verjumálaráðharri og formaður í syturflokkinum hjá Sambandsflokkinum í Danmark, Vinstra.

Sambandsflokkurin skrivar, at nú er meira enn eitt ár er nú liðið síðan verandi samgonga tók við landsins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur víst seg sum ein konstruktivan mót- og viðspælara hjá verandi samgongu, og brúkar nú eisini tíðina til at fyrireika seg til eitt komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna.

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

Gestarøðari á fundinum í ár verður Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.

Á skránni verður framløga um “At reka fyritøku á altjóða marknaðinum”, við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Eisini prát millum Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg, har evnið verður: “Ríkisfelagsskapurin í einum ótryggum heimi”.

Harafturat verður prát um “Kommunuvalið 2024 og kommunalar avbjóðingar” millum Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, Erhard Joensen, løgtingsmann og Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Eftir Landsfundin verður Ársveitsla á Hotel Hafnia í Tórshavn.

– Landsfundurin er eitt gott høvið hjá Sambandsflokkinum at koma við nøkrum greiðum politiskum sjónarmiðum og boðskapum. Heimurin er broyttur nógv seinastu tvey árini og ótryggleiki valdar í Europa og longri úti í heimi, og Føroyar eru geopolitiskt ávirkaðar av hesari ótryggu støðuni. Tí er so sera neyðugt, at Føroyar taka aktivt lut í teimum verjusemjum, sum verða gjørdar í Ríkisfelagsskapinum og melda greitt út, at vit eru við, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á landsfund og í veitslu, sigur Sambandsflokkurin.

Skráin fyri landsfundin er hendan:

Tórshavn - Hotel Hafnia

SKRÁ

Kl. 08.30  Morgunmatur  og drekka

Kl.  09.00  Aðalfundur

Val av orðstýrara

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2023

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

         a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         c. Grannskoðara og varagrannskoðara

 6. Ymist

Framhald við hesi skrá …..  

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing - upplegg til politiskt orðaskifti. Bárður á Steig Nielsen, formaður

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti - veljarafeløg og sambandsfólk sleppa til orðanna

Kl. 12.00  Matarsteðgur

Kl. 13.00  Gestarøðari. Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra

Kl. 13.15  Týdningurin av einum nútíðar Ríkisfelagsskapi. Anna Falkenberg, fólkatingsumboð

Kl. 13.30  At reka føroyska fyritøku á altjóða marknaðinum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

Kl. 14.00  Steðgur

Kl. 14.30  Ríkisfelagsskapurin í einum ótryggum heimi. Sofaprát: Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg

Kl. 15.00  Kommunuval 2024 og kommunalar avbjóðingar. Sofaprát: Karl Johansen, Erhard Joensen og Helgi Abrahamsen

Kl. 15.45  Formaðurin tekur samanum

Kl. 16.00  Fundurin lokin

----

Kl.  19.00 - Ársveitsla

Landsfundurin verður stroymdur, kl. 10.00-10.30 og kl. 14.30-15.45 á Facebook Sambandsflokkurin

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, tá hann vitjaði í Tinganesi í fjør.