Verjuparturin hjá Víkingi upp á pláss

Nú hevur Víkingur eina verju og ein málverja upp á pláss

Víkingur hevur í dag gjørt tvey ára sáttmálar við bæði Elias Rasmussen og Bergur Gregersen. Elias Rasmussen hevur verið fyrstaval millum stengurnar, eftir at Geza Turi legði handskarnar á hillina.

- Víkingur fegnast um, at 23 ára gamli málverjin, sum fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í 2017, hevur valt at halda fram í Sarpugerði komandi tvey árini, skrivar Víkingur.

##med2##

Við málverja er ein møgulig verja eisini klár. Elias Lervig, Atli Gregersen og Vukasin Tomic hava allir sáttmála fyri 2019, men Hanus Jacobsen hevur valt at gevast. Eitt boð upp á ein vinstra bakk er 25 ára gamli Bergur Gregersen. Hóast spælistílurin ikki er heilt tann sami, so hevur vann verið varamaður á flestu plássunum í verjuni í ár.

- Bergur hevur av álvara bjóðað seg fram á Betri liðnum hjá okkum í 2019, har hann hevur spælt 13 dystir. Umframt hetta, hevur hann verið ein av berandi kreftunum á 1. deildarliðnum hjá okkum, sum vann silvur í ár, skrivar Víkingur.

Víkingur hevur higartil fingið tilgongd av nýggja venjaranum Eyðuni Klakstein og Jákup Johansen. Eisini hevur Sølvi Vatnhamar longt sáttmálan, meðan spælarar sum Heðin Hansen (HB) og Adeshina Lawal (AB) ikki halda fram í felagnum.