Verjurnar vóru sum opnahjallar

Løgmanssteypið: Hóast teir høvdu mist tveir lyklaspælarar, so megnaðu vágamenn at kroysta GÍ síðstu løtuna í Sarpigerði

Um undirhald verður gjørt upp í málum, so var tað sera undirhaldandi í Sarpigerði Kristi himmalferðardag. Har vóru sjey mál, har vóru fleiri aðrar góðar royndir móti málinum, og í yvirtíðini sendi Henning Jarnskor úr ellivu metrum og upp um málið (brotssparkið varð dømt, tí Súni Olsen varð skumpaður í ryggin).

Í landskappingini eru taktisku bindingarnar ofta nógvar og strangar. Soleiðis var tað ikki hósdagin. Um FS Vágar var komið at halda tætt og harvið skapa sær eina góða útgangsstøðu undan seinna umfarinum, so vóru teir noyddir at saðla um beinanvegin.

Óli Hansen, sum annars tykist hava sera torført við at finna seg til sættis á GÍ liðnum, skoraði beinanvegin. Hann umsetti innlegg úr høgru til mál. Og fimm minuttir seinni økti Helgi L. Petersen, sum hevði lagt upp til fyrra málið. Pauli Jarnskor legði fríspark flatt innfyri úr høgru, og Helgi var fyrstur á við nærra stólpan.

Málini kundu boða frá stórsigri tl heimaliðið, men soleiðis myndaðist tað als ikki. Ungi miðvallarin í høgru hjá FS Vágum, Tór?Ingar Akselen, hevði beinanvegin sent í stólpan, og miðskeiðis í 1. hálvleiki bar til hjá vágamonnum.

Albert Ari Thomassen, liðformaðurin hjá FSV, sum stóð eina sterkast í myndini av øllum, steðgaði GÍ álopi, Birgir Joensen fekk bóltin aftanfyri miðstrikuna, hann sneiddi tveir av sær, spældi eitt tvey við Hannus Olsen, sum var staddur í vinstru, og tá Birgir var komin inn móti brotsteigarsamankomingini í vinstru smekkaði hann til. Bólturin tók báðar stólparnar í handara borði, áðrenn hann fór um strikuna. Ivaleyst eitt tað vakrasta málið sum nakrantíð er skorað í Sarpigerði.

Leivur Hansen, sum hevur vunnið vongverjaplássið í vinstru, nú Súni Olsen er settur at røkja sentralt miðvallarapláss, økti til 3?1. FS Vágar hevði horna, GÍ fór í skjótt mótálop, ungi Sjúrður Ellefsen, sum hevði miðverjuódnina, tá stóru stoppararnir vóru frammi, legði ikki bóltførandi mótstøðumannin niður, og so var Leivur Hansen leysur í vinstru. Hann setti ferð á móti málinum og smekkaði flatt inn við nærru stólparótini.


Undirmannað FSV var væl við

Gestirnir góvust ikki, og 2. hálvleik áttu teir stóran heiður av. Birgir Joensen setti beinanvegin spenning í aftur. Albert Ari Thomassen vann bóltin i vinstru, spældi flatt í brotsteigin, har vandamikli og sterki framherjin tamdi og snaraði runt seg sjálvan, meðan fýra mótstøðumenn hugdu at. Bólturin tók handaru stólparótina, áðrenn hann fór um strikuna, og so var rættuliga spennandi aftur.

Tá Helgi L. Petersen bara lítla løtu seinni økti til 4?2, var tað ? akkurát sum tá málini komu í 1. hálvleiki ? staðfesting av, at sjálvt um vágamenn hava keypt nógvar útlendingar til at styrkja miðverjuna, so er tað har, at teir hava størstu trupulleikarnar. Pauli Jarnskor stakk fram eftir miðásinum, Helgi, sum var eyðsýndur í leysa leiklutinum sum fremsti miðvallarin, sneiddi tveir av sær og var púra leysur við málverjanum, tá hann skoraði.

Vágamenn komu enn eina ferð afturíaftur. Kim Poulsen, sum spældi 2. hálvleik fyri dugnaliga miðvallaran í høgru Tór?Ingar Akselsen, sum noyddist at taka seg burturúr, fekk tak á langari sending fram í vinstra borð, og dómarin metti GÍ verjuna at gera brotsspark. Dómarurin var ógvuliga tunnur, men skotinum hjá John Johansen bilti einki. John var fínur í álopinum í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki spældi hann í miðvallarplássinum í høgru, har Tór?Ingar Akselsen hevði verið undan steðginum.


Lítil munur

FS Vágar er niðast á støðutalvuni í landskappingini, men tað er væl hugsandi, at teir fara at røkka finaluni í steypakappingini. Verjuparturin er ikki nóg góður og avgjørdur, men í framrættaða spælinum hekk væl saman hjá teimum. Sjúrður Ellefsen og Tór?Ingar Akselsen funnu væl saman í høgru. Jónsvein Olsen bjóðaði seg altíð til í vinstru, men tað var ein veikleiki, at vágamenn ikki megnaðu at skifta tvørturum úr høgru, tá teir myndaðu álop.

GÍ er miðskeiðis á støðutalvuni, men avrikið hósdagin ? serliga 2. hálvleik vóru teir ússaligir ? boðaði ikki frá, at teir eru upplagt evni til oddasess. Tað skal takast við, at móti FS Vágum var Magni Jarnskor sjúkur, Jóan Petur Olsen er skaddur, og Poul Ennigarð var ikki komin heim av flatlondum.

Hvat av liðunum skal í finaluna verður avgjørt í Sørvági 2. hvítusunnudag. Hvítusunnuaftan hittast liðini bæði í landskappingini í Sørvági!


GÍ?FS Vágar 4?3 (3?1)

1?0: Óli Hansen 9.

2?0: Helgi L. Petersen 15.

2?1: Birgir Joensen 23.

3?1: Leivur Hansen 30.

3?2: Birgir Joensen 50.

4?2: Helgi L. Petersen 53.

4?3: John Johansen br 61.


GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen (Áslakur R. Petersen, 85.), Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Helgi L. Petersen, Súni Olsen, Pauli Jarnskor, liðformaður ? Óli Hansen (Pól Henning Jacobsen, 85.), Henning Jarnskor

Gult kort: Bartal Eliasen, Martin Thomsen

FS Vágar: Remi Mikotionis ? Sjúrður Ellefsen, Darius Magdisauskas, Zilva Sudis, Rimvadis Bakus ? Tór?Ingar Akselsen (Kim Poulsen, 46.), Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, liðformaður (Emil Hentze, 82.), Jónsvein Olsen ? John Johansen, Birgir Joensen

Gult kort: Darius Magdisauskas

Reytt kort: Birgir Joensen 75. (tvey gul)ødd. Hesi lógu øll grivin lið um lið og brendi eitt livandi ljós yvir grøvunum nátt sum dag.

Hesar gravir lógu fyri seg sjálvar, og vóru tær umgyrdar við ketum.

Stutt haðani sást eisini grøvin hjá Robert Kennedy, ið somuleiðis hevði eitt heiðurspláss, men var ikke gjørt líka nógv burtur úr hansaru grøv sum hjá bróðrinum.

Í Arlington kirkjugarðinum liggja bert tveir amerikanskir forsetar. J.F.Kennedy og ein í nevndist Thaft. Grøvina hjá tí síðstnevnda sóu vit ikki, tá ein jarðarferð fór fram í tí løtu, nærindis grøvina hjá honum.

Seinri um dagin bleiv vitjað inni í Vietman Museum, har ein minningarpláta við nøvninum á 58000 hermonnum, ið lótu lív, vóru inngraverað.


Kappingin byrjaði

Leygardagin tann 18. mars fóru fótboltsspælararnir til The American University, har stevnan bleiv sett kl. 0900.

Teir søgdu frá, at tað var sera vakurt at síggja øll liðini koma inn á vøllin í ítróttarbúna í alskyns litum ogveittrandi við fløggum úr teimum ymisku londunum. Røður blivu hildnar undir setanini.

Klokkan var farin av 10.00, tá setanin var av og farast kundi undir at spæla dyst. Tað vóru 32 vaksnamannalið, ið skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum. Eisini vóru fleiri kvinnulið og fleiri barnalið.

Vit vóru møttir við tveimum liðum úr Føroyum, eitt A-lið og eitt B-lið.

Tað føroyska A-liðið kallaðist Faroe Islands í kappingini og vóru dystirnir spældir soleiðis:

Føroyar-Týskland4-0

Føroyar-Howard 10-0

Føroyar-Brazil 5-3

Føroyar-Montgomery 3-1


Hjá B-liðnum, ið kallaðist Tórshavn, gekk eisini væl. Dystirnir blivu spældir soleiðis.

Thorshavn-New Jersey 2-0

Thorshavn-Brooklyn2-0

Thorshavn-Toronto 1-0

Thorshavn-DC Dutch 0-1


Sunnudagin tann 19. mars helt fótboltskappingin fram. A-liðið spældi soleiðis:

Føroyar-New Jersey 2-0Føroyar-France 5-2

Før.-San Francisco 3-1


Støðan sá nú soleiðis út hjá A-liðnum:

1: San Francisco19 stig

2: Føroyar18 stig

3: Brazil12 stig

4: New Jersey 11 stig

5: Germany 10 stig

6: Montgomery6 stig

7: France2 stig

8: Howard-Holland1 stig


B-liðið (Thorshavn) spældi sínar dystir soleiðis sunnudagin:

Thorshavn- MPDC 2-1

Thors.-Philadelphia 0-4

Thorshavn-Paraguay 1-2


Støðan hjá B-liðnum var nú henda:

1: Philadelphia 14 stig

2: Brooklyn 13 stig

3: Thorshavn 12 stig

4: Toronto 10 stig

5: Paraguay10 stig

6: DC Dutch10 stig

7: MPDC5 stig

8: New Jersey5 stig


Bæði tey føroysku liðini spældu seg til 1/8 finalina, og komu tey so at spæla ímóti hvørjum øðrum. Her vann A-liðið,og komu teir so víðari til fjórðingsfinaluna .

Tíanverri blivu teir slignir út í kvartfinaluni av Ungarn, ið vann 4-3, men her skal sigast, at á tí liðnum vóru fleiri heilt ungir garpar, ja, onkur av teimum var eisini professionellur spælari, sum ikki vóru politimenn, men sum hesir høvdu fingið við fyri at menna teirra lið.

Tað skal eingin ivi vera um, at um kappingin bert var fyri politimenn, ella um vit høvdu styrkt liðið við onkrum góðum spælara uttanífrá, sum hinir, so høvdu vit tað besta liðið í kappingini, tí okkara menn spældu sera væl. Um ikki hinir høvdu hesar ungu menn við, so vóru vit ikki í iva um, at vit vunnu allar dystirnar.

Um nú tað føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore, áðrenn flogfarið skuldi fara. Hetta høvdu fyrireikarnir longu tikið hædd fyri. Teir høvdu ringt til Island Air og spurt um teir kundu bíða eftir okkum, og var einki í vegin fyri hesum. Hetta bleiv so ikki aktuelt í hesum føri.

Undir kappingini vóru fleiri av føroyingunum, ið býttu merkir, faldarar og føroysk fløgg út millum børnini og tey vaksnu. Tað var sera stuttligt, at síggja hesu fremmandu børn renna glað runt veittrandi við tí føroyska flagginum.

Sunnudagin vóru vit nakrir, ið fóru í kirkju. Kirkjan lá stutt frá hotellinum, og kallaðist hon Saint Matthews Kirkjan. Hetta var sama kirkjan, sum J.F. Kennedy fór til jarðar frá.

Kirkjugangurin verður ikki hildin á sama hátt, sum her heima hjá okkum. Tað er heilt annarleiðis. T.d. skal ein standa uppi, tá sungið verður. Tá altargongd er, koma fleiri kirkjutænarar og deila breyð út har tú situr o.s.v.

Hetta var sera áhugavert og øðrvísi enn tað, vit eru von við frá okkara kirkjum.


Kennedy Space Muceum

Kennedy Space Museum, ið liggur á the Mall, sum er tann langa grasfløtan frá obeliskinum niðan til Capitol, sum flest minnast frá kravgongunum móti Vietnamkrígnum í sekstiárunum.

Sum alt í Amerika er bygningurin sera stórur, við flogførum í fullari stødd standandi og hangandi í hølunum.

Her var sera áhugavert og kundi man saktans fingið ein dag at gingið har. Tað fyrsta ein sær, tá inn verður komið, er hylkið, sum John Glenn kom niður aftur á jørðina við eftir væleydnaðu ringrásina um jørðina í 1962. Hylkið er bert tríggjar metrar til hæddar, og er tað ótrúligt, at eitt menniskja kundi hava verið inni í tí.

Síðan sást hylkið, sum teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina.

Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk høvdu høvið at nerta við. Steinurin var av basalt, sum er sama evnið, sum Føroyar eru bygdar av. Ein vaktarmaður sat alla tíðina og ansaði eftir hesum steini.

Undir loftinum hekk fyrsta flogfar, sum nakrantíð var á flogi. Hetta varð bygt av brøðrunum Wright í 1903.

Við síðuna av hesum hekk ?Spirit of Saint Louis?, sum var flogfarið, sum Charles Lindbergh fleyg frá Long Island til Paris í 1927. Hetta var fyrsta flogfar sum fleyg yvir Atlantshav. Ótrúligt at hann megnaði hetta, tá hugsað verður um, at hann nærum bert kundi hyggja til síðurnar. Eisini sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum.

Ferðin yvir hav tók góðar 33 tímar, og gjørdist Lindbergh tjóðarhetja av avrikinum.

Í tí eina rúminum sást eitt mánalandingarakfar, sum ikki var nýtt orsaka av tekniskum trupuleikum.

Bert ein lítil mynd var av Gagarin og av tí europeiska Concorde, meðan alt fekst at vita um amerikansku flogsøguna.

Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til tess við at leggja pening í ein kassa við inngongdina.


Heimaftur

Vit fóru síðan í bussi frá Washington DC til Baltimore, har vit skuldu flúgva kl. 2010 til Føroyar umvegis Ísland.

Vit lendu í Keflavík í grovum kavaroki kl. 06.45 lokala tíð. Bíðaðu í Keflavík eftir einum bussi í umleið 45 min. og gekk so leiðin til Reykjavík, haðani vit skuldu flúgva til Føroyar kl. 1110.

Tað kavaði av grimd í Íslandi og tá klokkan nærkaðist 1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi fara á flog enn, tí at teir ikki vóru byrjaðir at grava á vøllinum enn. Nærri boð skuldi fáast kl. 1330.

Tað sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí Føroyaflúgvarin var sendur til Egilstaðar og máttu vit bíða til hann kom aftur. Hetta tók umleið 1 tíma.

Vit mugu her viðganga, at sjálvt um flogfarið var fullsett og 5 fólk stóðu á bíðilista, so kemur Føroyaflúgvingin í aðru røð, tí flúgvingin innanlands í Íslandi fær fyrsta prioritet.

Tá vit so langt um leingi sluppu út í flogfarið, fingu vit at vita, at meginparturin av viðførinum hjá okkum ikki kundi koma við, tí flogfarið bleiv ov tungt. Viðførið skuldi koma til Danmarkar næsta dag og síðan koma heim til Føroyar við Atlantic Airweys.

Vit lendu tó í øllum góðum í Vágum kl. 16.30 føroyska tíð, og allir fóru hvør til sín.

Soleiðis var ein sera góður, áhugaverdur og minniligur túrur komin at enda.