Fyri árum síðan setti Havnarkórið sær fyri árliga fram móti jólum at framføra okkurt størri tónaverk fyri kór, solistar og orkestur. Seinastu 6-8 árini er tað vorðið føst siðvenja annað hvørt árið at hava Händels Messias og annað hvørt Jólaoratoriið eftir J.S.Bach. Í fjør varð oratoriið Messias framført í Fuglafjarðar Kirkju og í Vesturkirkjuni, og í ár verður Jólaoratoriið at hoyra leygardagin 14. desember kl.17.00 í Vesturkirkjuni og sunnudagin 15. desember kl. 17.00 í Gøtu Kirkju.
Solistar verða:
Berghild Poulsen, sopran
Súsanna Dalsgaard, alt
Jonas Fosdal, tenorur
BergÞór Pálsson, bassur
Orkestrið mynda lærarar í føroyska musikkskúlanum saman við sínum fremstu næmingum. Oboistarnir koma tó tríggir úr Íslandi og ein úr Danmørk.
Dirigentur hesaferð er Ólavur Hátún.
At fáa slíkt tiltak í lag er eitt tungt tak, serliga tá hugsað verður um tað fíggjarliga. Tí sjálvt um kórið á hvørjum sinni møtir vælvild frá almennum mentanarstovnum og viðkomandi kirkjum og kommunum, er ilt at fáa endarnar at røkka saman. Ikki er tað enn her í Føroyum eins og aðrastaðni møguligt at lata fólk rinda atgongupening til kirkjuligar tónleikaframførslur. Men um fólk sjálvboðin vilja stuðla tiltakinum, verður høvi til tað. Íløt verða sett fram í báðum kirkjum, og kórið takkar fyri tann stuðul, ið verður veittur.