Verkfallið av: SAS og flogskiparar semjast

Harvið er vikulanga verkfallið liðugt.

SAS og flogskipararnir hjá felagnum Nordiske Piloter hava gjørt semju og sáttmála, og harvið er vikukanga verkafallið hjá flogskiparunum av.

Vikulanga verkfallið ávirkaði eisini onnur starvsfólk í SAS, og ikki minst ávirkaði verkfallið ferðani loftvegis.

Mett verður, at eini 380.000 ferðandi hava so ella so merkt, at flogskiparar hjá hava verið í verkfallið, upplýsir SAS sambært Ritzau.

Danskir miðlar skriva í kvøld, at eitt samdøgur væntast at ganga, innan allar flogleiðir hjá SAS aftur eru komnar í rættlag.