So eydnaðist tað endiliga hjá Gunnleivi og Karsteni.
Eftir at teir skiftivís hava vrakað og góðkent sáttmálauppskotini, komu partarnir ígjár ásamt um ein nýggja tvey ára sáttmála, sum gevur limunum í Starvsmannafelagnum eina lønarhækking uppá 6,5 prosent í tvey ár.
Lønarhækkingin er soleiðis sett saman, at tey 6 prosentini stava frá beinleiðis lønarhækking, meðan tað seinasta hálva prosentið stavar frá serkrøvum og framflytingum.
Fyrsta lønarhækkingin kemur í gildi afturvirkandi frá 1. marts 1999 og seinna kemur í gildi 1. marts næsta ár.
Umflokkingin
gjørdist trupul
Ein av teimum stóru trupulleikunum undir ósemjuni millum partarnar vóru umflokkingarnar. Tað hevur givið stórar trupulleikar at fáa hesi krøv Starvsmannafelagsins ígjøgnum
Nevndin vildi fegin hava at lægstu bólkarnir vóru fluttir upp, men tað tyktist sum um Fíggjarmálastýrið hevði læst seg fastan.
Men í nýggja sáttmálanum stendur, at tey sum hava verið í 7. lønarflokki verða flutt upp í 8. flokk.
Assistentar verða framyvir flokkaðir í 9. og 12. lønarflokki og onkrar broytingar verða gjørdar í flokkingarheitunum.
Starvsfólkini í útvarpinum og í sjónvarpinum verða við nýggja sáttmálanum flutt í aðrar lønarflokkar og tað sama verða teknikarar, sosialráðgevarar, bókavørðar og grannskoðarar á Grannskoðanardeild Landskassans.
Nýggja lønarskipan
Tá Starvsmannafelagið segði sáttmálan upp í fjør var sagt, at stóru dentur fór at verða lagdur á at fáa eina nýggja lønarskipan.
Hetta eydnaðist ikki, men kortini hava partarnir sett í nýggja sáttmálan, at kanna, um grundarlag er fyri at gjørd verður ein nýggj lønar- og útbúgvingarskipan.
Endamálið skal verða at skapa eina liðiliga og einfalda skipan, sum skapar trivnað, arbeiðsgleði og effektivitet, stendur í semjuni.
Ein arbeiðsbólkur verður settur at arbeiða víðari við hesum málinum, við einum umboði frá Fíggjarmálastýrinum og einum frá Starvsmannafelagnum.
Fjølmiðlafólk
ringar umstøður
Fjølmiðlafólkini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum hava leingi arbeitt fyri at fáa betri lønarviðurskiftir.
Víst hevur verið á, at sammett við grannalond okkara, er lønin hjá fjølmiðlafólkum her heima nógv lægri.
Partarnir staðfesta í nýggja sáttmálanum at so er, eisini eftir at fjølmiðlafólk eru umflokka úr 20/22. upp í 24. lønarflokk.
Tí binda partarnir seg til í komandi sáttmálaskeiði at taka hædd fyri hesum, tá fjølmiðlafólk skulu innplaserast í nýggju lønarskipanina.
Verður nýggj lønarskipan ikki sett í gildi áðrenn hetta skeiðið er úti, skulu hesi viðurskiftini fáast í rættlag.
Nýggja semjan ber eisini við sær, at karensdagarnir skulu avtakast.
Sáttmálan fyriskrivar, at skipanin skal avtakast inna 1. september.