Verkfallið er av og skipini kunnu loysa

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen, er rímiliga væl nøgdur við nýggja sáttmálan, sum varð undirskrivaður á Hotel Føroyum seint leygarkvøldið

Semja 

Verkfallið í fiskiskipaflotanum, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag lýsti, 18. desember, er av, og veiðiflotin kann nú leggja út á hav aftur.
  Fleiri væntaðu, at hetta fór at gerast eitt rættiliga tógvið stríð eftir, at so langt hevði verið millum partarnar, sum enn ikki vóru samdir um sjálvt samráðingargrundarlagið, tá ið samráðingarnar slitnaðu í desember. Men tíbetur fyri allar partar fekst ein loysn á trætuni nú um vikuskiftið.
  Tað vóru semingsmenninir, sum kallaðu feløgini samanaftur at møta til fundar á Hotel Føroyum síðsta fríggjadag kl. 13.

Reiðararnir vrakaðu

Ellintur M. Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at fyrsta semingsuppskotið kom á borðið leygarmorgunin kl. 07.
  - Vit góðtóku hetta uppskot, men reiðararnir vrakaðu tað, sigur hann.
  Semingsmenninir, Høgni Høgnesen og Suni S. Jacobsen, settu feløgunum ta treyt ikki at úttala seg til fjølmiðlarnar um gongdina í samráðingunum. Tí frættist heldur ikki nógv um gongdina, fyrr enn avtalan varð undirskrivað.
  - Klokkan 22.30 leygarkvøldið kom so seinna semingsuppskotið á borðið, og hesaferð góðtóku bæði feløgini uppskotið hjá semingsmonnunum. Um 23-tíðina hetta kvøldið varð nýggi sáttmálin so undirskrivaður á Hotel Føroyum, sigur ein hampiliga væl nøgdur, Ellintur.
  Hann heldur ikki, at munurin á fyrra og seinna uppskotinum var serliga sjónligur, og tí undrast hann eitt sindur á, at reiðararnir blankt vrakaðu tað fyrra uppskotið, men tóku undir við tí seinna.

Ellintur nøgdur

Ellintur sigur, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag sum heild er nøgt við nýggja sáttmálan.
  Hann vísir á, at 2. stýrimaður á teimum smærru nótabátunum nú fær 1,375 part í mun til 1,25 part frammanundan, men hetta er so sambært tí, ið reiðararnir leggja í gamla sáttmálan.
  - Sambært okkara sjónarmiðjum áttu hesir at fingið 1,5 part eftir gamla sáttmálanum, men stríð hevur verið um henda spurningin síðan seinastu samráðingar, sigur Ellintur.
  Hann leggur aftrat, at tey skip, sum eru fevnd av hesum sáttmála, eru nótaskip undir 1500 brt., og hesi eru á veg út úr flotanum til fyrimuns fyri størri og betri skip.
  - Umborð á teimum størru nótaskipunum fær 2. stýrimaður nú 1,5 part ímóti 1,25 parti frammanundan. Men umborð á Krúnborg og Christiani í Grótinum fekk 2. stýrimaður frammanundan 1,5 part.
  Ellintur sigur, at parturin hjá 1. stýrimanni er lækkaður úr 1,875 parti niður í 1,775, men nú er hesin sáttmálin galdandi fyri øll skip yvir 1500 brt., og tað heldur hann kortini er ein bati.
  Umframt prosentini, sum togast hevur verið um, er tímalønin hjá yvirmonnum, sum arbeiða umborð ella í landi, meðan skipið er inni, dagførd, og tað er eisini ein bati.

Skeiðvirksemi

Ellintur fegnast eisini um, at reiðararnir nú skulu gjalda fyri skeiðvirksemi hjá yvirmonnum.
  - Skiparar og stýrimenn noyðast javnan á skeið, og nú er tað greitt í nýggja sáttmálanum, at tað verða reiðararnir, sum koma at gjalda fyri hesi skeiðini.
  Hann vísir á, at talan er um GMDSS-skeið í radioútgerð, trygdarskeið og brandskeið, og somuleiðis er ein nýggj kunngerð komin um medisinkistur, sum eisini krevur, at í minsta lagi skipari og ein stýrimaður fara á skeið um hesi viðurskifti.
  - Hetta er ein bati, sum kemur øllum til góðar, og frammanundan hava menn í fleiri førum verið noyddir sjálvir at rinda fyri slíkt skeiðvirksemi, sigur Ellintur.
  Í nýggja sáttmálanum er eisini greiða fingin á sáttmálanum hjá yvirmonnum við trolarum, sum heilfrysta og hjá teimum, sum virka saltfisk og flak umborð.
  - Enn eru nøkur ivamál, sum vit kortini ikki vildu gera meira burtur úr á hesum sinni, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen.