Semingsmenninir bíða enn eftir svari upp á, um endi fæst á arbeiðssteðginum hjá pedagogunum í kvøld. Samráðst hevur verið í gjár og í dag og klokkan 10 í kvøld løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Avtalan var, at teir skuldu svara á midnátt, men Terji Sigurðsson, semngsmaður, sigur, at tað er ikki óvanligt, at tað verður eitt sindur drúgvari enn ætlað.
Og enn hava partarnir ikki svarað, sigur hann. Men hann sigur eisini, at partarnir fáa alla ta tíð, teir vilja hava, so semingsmenninir bíða í tolni.