Sáttmálasamráðingar
Enn er onki komið burturúr samráðingunum ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar við teimum føroysku fiskiskipunum.
Tvørturímóti er so langt ímillum partarnar, at samráðingarnar eru slitnaðar, so at tað var neyðugt at fáa semingsmannin upp í.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sagt sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp at fara úr gildi 1. desembur 2002.
Sáttmálin umfatar skiparar og stýrimenn við øllum fiskiskpunum.
Sìðani hava tveir fundir verið millum feløgini í samband við sáttmálan.
? Á fyrra fundinum, ið var fyri eini viku síðani, legði Føroya Skipara og navigatørfelag síni krøv fram og meiri hendi ikki á tí fundinum, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í felagnum.
? Á seinna fundinum, sum var í farnu viku, legði Reiðarafelagið síni tilboð og síni krøv fram og Navigatørarnir boðaðu frá, hvat tað bar til a góðtaka og ikki.
Broytti undirskrivaðan sáttmála
Ellintur Abrahamsen sigur, at Reiðarafelagið hevur boðað frá, at tað vil ikki samráðast, uttan so at Skipara- og Navigatør felagið frásigur sær sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir 12. januar 1999.
? Samstundis skuldu vit váttað, at vit góðtóku at samráðast út frá einum sáttmála, sum Reiðarafelagið hevur broytt aftan á,a t hann varð skrivaður undir.
Ellintur Abrahamsen greiðir frá, at tá ið sáttmálin, sum nú er, varð skrivaður undir, spurdi hann, um tað ikki kundi bera til at rætta sáttmálan, var nakað komið skeivt fyri.
? Tað vórðu umfatandi broytingar gjørdir í sáttmálanum og tí hildu vit, at møguleikin at rætta sáttmálan skuldi vera til staðar, vísti tað seg, at okkurt mistak var gjørt.
? Tað vildi semingsstovnurin ikki hoyra talan um.
?Men nakrar dagar seinni komu boð frá semingsstovninum um, at onkrar broytingar vórðu gjørdar, tí mistøk vórðu gjørd í skrivaða tekstinum. Í hesum sambandi tosaði hvørki semingsstovnurin ella Reiðarafelagið við okkum.
?Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at endin var, at Reiðarafelagið fór at betala eftir tí broytta sáttmálanum.
Tað endaði við sakarmáli, har vit kravdu at semingsstovnin varð dømdur at viðurkenna, at ein sáttmáli, sum varð undirskrivaður, kundi ikki broytast.
?Tað fingu vit viðhald í frá Føroya Rætti. Og vit bóðu tískil Reiðarafelagið boðað limum sínum frá, atr gjaldast skuldi eftir undirskrivaða sáttmálanum.
? Men tað broytti ikki støðuna og krav liggur nú inni um, at Reiðarafelagið skal betala eftir tí, sum er undirskrivað.
Eitt, sum Reiðarafelagið broytti, var eykaparturin hjá 2. stýrimanni við nótaskipum undir 1500 BRT. Fyrr fingu teir 1/4 part eyka, men í sáttmálanum, vit hava skrivað undir, er eykaparturin hækkaður til 1/2 part.
? Um aðrar eykapartar stendur í undirskrivaða sáttmálanum, at teir skulu roknast av søluvirðinum, men Reiðarafelagið vil hava, at tað skal vera av avlopinum, so at útreiðslurnar skulu dragast frá áðrenn, soleiðis sum gjørt hevur verið frammanundan.
?Nú, vit koma aftur til samráðingarn, krevur Reiðarafelagið, at vit skulu samráðast út frá sáttmálanum við tí broyttu orðingini og ikki útfrá sáttmálanum, sum er undirskrivaður.
Ellintur Abrahamssen sigur, at tað kann Skipara- og Navigatørfelagið ikki góðtaka
? Tí boðaði vit Reiðarafelagnum frá, at slepti tað ikki kravinum, var ongin møguleiki at koma longri við samráðingunum og at tað tí varð neyðugt at senda boð eftir semingsmanninum.
Ellintur Abrahamsen sigur, at sostatt varð semingsmaðurin boðsendur og hann hevur longt sáttmálan til mánadagin 16. desember á miðnátt og hevur sostatt útsett eitt møguligt verkfall til tá.
Tað, sum Skipara- og Navigatørfelagið vil hava broytt, er at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, eitt nú í teimum førum, har fiskur verður frystur umborð. Somuleiðis er sáttmálin við Norðborg ongantíð fingin í lag og tað vil felagið hava nú. Og so eru tað ymisk viðurskifti við Nótabátunum eisini, sum felagið við hava broytt.
?Hetta er fyri ein part afturvendandi krøv, men summi mál eru so gomul, at tey mugu fáast í rættlag, sigur Ellintur Abrahamsen.
Sí eisini greinina ?Kann væl henda at fiskiflotin verður lagdur?