Tað er ikki uttan orsøk, at YF ger slíka avtalu við Landsstýrið. Vit vilja tryggja okkum, at vit kunnu geva næmingunum dygdargóða undirvísing. Sostatt snýr umrødda kreppa seg um 1) avtalubrot og 2) verri pedagogiskar umstøður.
Studentaskúlarnir og HF skeiðini eru lestrarfyrireikandi, m.a. til hægri lestur. Tað er av sera stórum týdningi, at okkara ungdómur í hesum arbeiðsloysistíðum fær gott í beinið á skúlaøkinum, so tey hóast ringu tíðirnar kunnu vera við í hørðu kappingini um at nema sær útbúgving úti í heimi. Føroyska samfelagið hevur so lítið at bjóða teimum sum nú er og útbúgving av ungdóminum er góð íløga fyri land og framtíð okkara.
Oman fyri nevnda punkt 1) hevur verið nógv lýst seinastu dagarnar í fjølmiðlunum, meðan punkt 2), tann pedagogiski parturin, ikki hevur fingið tað innivist, hann hevur uppiborið. Áðrenn vit koma nærri inn á tað pedagogiska, vilja vit gera vart við, at hølisviðurskiftini á føroysku studentaskúlunum als ikki eru til 28 næmingar í hvørjum flokki. Í veruleikanum átti tí einki verið at kjakast um hesum viðvíkjandi. Hevur landsstýrismaðurin eisini longu gloymt, hvat arbeiðseftirlitið sigur um inniluftina á Kambsdali?
Hvønn týdning hevur pedagogiski parturin av umstrídda máli?
Pedagogiski parturin av hesum máli eigur ikki at verða undirmettur. Grundin til at vit halda so fast við hámarkið 24, eitt tal, ið framman undan er í ovara lagi fyri gagnlig arbeiðsviðurskifti á flokkunum, er, at vit hugsa fyrst og fremst um, hvat ið er pedagogiskt ráðiligt. At fara upp á 28 er ørskapur. Hví? Tí at undirvísingin á HF og studentaskúlum er ikki fyrilestrarkend, men snýr seg um at aktivera næmingarnar. Pláss skal vera bæði fyri heildini og einstaklinginum. Sum er kann vera nóg ringt at náa øllum, fer talið upp um 24, verða fleiri, ið detta burtur ímillum.
Næmingafjøldin og næmingatypurnar eru nógv broyttar seinastu árini. Í dag fer umleið helmingurin av einum árgangi á studentaskúla. Hetta førir við sær, at spjaðingin í førleika og motivatión er munandi polariserað. Pedagogisku krøvini til lærararnar eru tí nógv økt. Fyrr var fakligi kunnleiki lærarans í sjálvum sær nóg gott grundarlag undir hollari frálæru, tí undirvísingin var meiri fyrilestrarkend og flokkarnir meira homogenir. Nú er veruleikin ein annar. Umframt fakliga kunnleikan er pedagogiska avbjóðingin til læraran størri enn nakrantíð. Hetta kemst av, at studentaskúlanæmingar í dag eru minni traditiónsbundnir og autoritetstrúgvir enn fyrr og fortreytirnar eru sera ymiskar. Hetta er veruleikin, vit mugu taka støði í.
Hví skulu vit ikki gera sum danir?
Landsstýrismaðurin í skúlamálum førir fram, at í Danmark kunnu 28 næmingar vera í hvørjum skúlaflokki, og so heldur hann, at vit eisini kunnu hava 28 í Føroyum.
Okkara samstarvsfelagar á danska skúlaøkinum halda ikki, at høga næmingatalið gagnar undirvísingini, tvørturímóti eru tey sera misnøgd við hesa skipan. Annars er eisini mangt, ið bendir á, at danska skúlaverkið er í skeljasori. Óivað ein syrgilig avleiðing av Haarder politikkinum í 80unum, sum okkara myndugleikar ókritiskt herma eftir. Altjóða kanningar vísa, at danskir næmingar eru millum heimsins ringastu, tá tað snýr seg um lesiførleika. Hví skulu vit hava slíka fyrimynd í skúlaskapi okkara?
Snýr seg um fýra
hundrað túsund kr. brutto
Vert er at leggja dent á, at ósemjan millum YF og Landsstýrið ikki er ein lønarspurningur hjá studentaskúlalærarunum, men sum nevnt ein spurningur um at varðveita dygdina í undirvísingini.
Stríðið stendur um tveir 1. studentaflokkar á Kambsdali og snýr seg í pengum um fýra hundrað túsund kr. brutto. Trætumálið er ikki íkomið, tí at skúlin má fáa eykajáttan, men tí at landsstýrið framman undan hevur kalkulerað við, at næmingatalið skuldi lækka meira enn tað gjørdi. Hetta vil við øðrum orðum siga, at landsstýrismaðurin í skúlamálum undirbudgetterar skúlan meira enn gott er. Síðani leggur hann eftir avtalum, ið gjørdar eru á arbeiðsmarknaðinum. Tá ið landsins myndugleikar ikki eru sinnaðir at halda og virða gjørdar avtalur, er demokratiska samfelagsskipan okkara tá ikki av álvara farin at rilla?
Spurningur um prioritering
Samstundis sum milliónaupphæddir verða játtaðar á fíggjarlógini til alskyns endamál, er á onkran hátt kuril komin á, tá tað snýr seg um skúlaverkið.
Vanliga royna landsstýrismenn av øllum alvi at loysa trupulleikar á sínum øki og ikki øvugt. T.d. var sjúkhúsverkið aftur í svárum trupulleikum herfyri og mátti hava eykajáttan upp á uml. 5 mió. kr. Um henda játtan ikki fekst mátti hópur av fólki sigast upp. Málið er tíbetur fyribils loyst uttan uppsagnir, væl fyrst og fremst tí vilji var at loysa tað.
Á studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoynni mangla fýra hundrað túsund kr. tí skúlamyndugleikarnir hava undirbudgetterað skúlan. Men hetta málið sær út til at vera torført hjá landsins skúlamyndugleikum at loysa. Viljin sær ikki út til at vera til staðar. Uttan at taka støðu til einstakar eykajáttanir á fíggjarlógini vilja vit tó nevna tær fyri at vísa, hvussu einføld trætan ímillum YF og landsins skúlamyndugleikar í grundini er.
Hugburður landsstýrismansins
Mikudagin 7. jan. gingu studentaskúla- og HF næmingar úr øllum landinum kravgongu í Tinganes at vísa sína ónøgd við støðuna. Á hesum fundi vísti landsstýrismaðurin í skúlamálum á, at YF hevði sagt upp avtaluna um 24 næmingar. Hesum var sjálvsagt einki hald í.
Í útvarpstíðindunum mánakvøldið 12. jan. vísti hann á, at avtalan við YF skal broytast til 28 eins og í Danmark. Tað er ein ótrúligur hugburður um arbeiðsmarknaðaravtalur, ið her verður lagdur fyri dagin.
Í somu sending hótti landsstýrismaðurin eisini við, at um trætan millum YF og Landsstýrið ikki varð loyst eftir hansara høvdi, so fóru kanska eini 50 færri næmingar at sleppa inn á miðnámsskúlarnar eftir summarfrítíðina.
Tað er ein politiskur spurningur, hvussu nógvir næmingar sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar. Miðnámsútbúgvingarnar hava seinastu árini verið einasta alternativið til arbeiðsloysið, ið vit hava havt at bjóðað ungdóminum. Tað kundi hent, at tað var nógv dýrari bæði menniskjaliga og samfelagsliga um ungdóminum ikki stóð í boði at fáa eina miðnámsútbúgving. Vit síggja, at londini rundan um okkum, m.a. Darnmark, hava stórar trupulleikar av ungdómskriminaliteti, rúsevnismisnýtarum, rockarum o.ø. Hetta eiga vit at gera alt fyri at sleppa undan. Tað kunnu vit m.a. royna við at hava eitt dygdargott skúlaverk, har tað eisni er rúm fyri einstaklinginum.
Skúlafólk á øllum økjum stuðla YF í umstrídda máli, men kortini letst landsstýrismaðurin ikki um vón. Skelkandi er eisini at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í skúlamálum málber seg í fjølmiðlunum um hesa trætu.
Konturar til framtíðar skúlapolitikk?
Eru tað konturar til skúlapolitikk hjá sambandsflokkinum vit eru við at hóma í hesum døgum?
Vit kunnu í hvussu so er sanna, at prioriteringarnar eru ymiskar á ymisku samfelagsøkjunum. At fýra hundrað túsund kr. brutto skulu vera so stórur trupulleiki at finna á skúlaøkinum er ófatiligt, tá hugsað verður um játtanir og eykajáttanir á mongum øðrum økjum.
Tiltikið er at dríta í egið reiður, og tað er okkurt ið bendir á, at tað er júst tað, ið landsstýrismaðurin í skúlamálum ger í hesum døgum.
Elisabeth Holm og
Kristinbjørg Høgnesen,
studentaskúlalærarar