Verkfallið má fáa ein enda nú!!!

Nú verkfallið hjá HF- og studentaskúlalærarum hevur vart skjótt tríggjar vikur, gerst alsamt torførari hjá okkum, ið skulu hava húgvuna í summar, at fáa neyðugu undirvísingina, ið krevst fyri at okkara prógv kunnu vera javnt stillað við tey prógv, ið verða útflýggjað í t.d. Danmark í summar. Vit fáa heldur ongan møguleika at taka aftur mistu vikurnar, av tí at Eilif Samuelsen hevur forbjóðað lærarunum at arbeiða yvir, so at vit onkursvegna kunnu náa okkara pensum.

Tá ið verkfallið byrjaði fyrst í nýggja árinum, hildu mong okkara við lærarunum; vit vildu stuðla okkara lærarum, tí teirra argument vóru tey røttu. Men nú tá ið okkara prógv stendur í vága, kunnu vit ikki taka nakra síðu longur. Verkfallið rakar ikki lærararnar líka meint sum tað rakar okkum; teir halda hóast alt bert frí við løn! Og stuttligt verður at síggja, um lærarnir eru líka tvørir, tá ið eingin peningur er eftir í kassanum!!!

Hetta, at vit ikki longur taka undir við lærarum okkara, merkir ikki, at vit taka undir við Eilif. Eilif hevur brotið eina kunngerð, ið landsstýrið sjálvt hevur sett í gildi, ið sigur, at hægst 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Undirvísing kann iki bert snúgva seg um pening, men heldur um góðsku. Hví skal alt í hesum landi vera líka sum í Danmark? Um 28-30 næmingar eru í studentaskúlaflokkum í Danmark, so er tað teirra missur. Eilif Samuelsen hevur sjálvur sagt, tá ið hann var lærari, at hann helt 21 næmingar í einum flokki vera ov nógv, men hann heldur 28 vera í lagi?!?

Báðir partar uppføra seg og hava uppført seg sum smábørn í hesum verkfalli; báðir partar siga hvønn annan eiga næsta útspælið. Teir eru tvørir, vilja ikki samráðast og tey veruligu offrini eru næmingarnir! Vit eru tey óhoyrdu í hesum tápuliga valdspæli, hóast tað skuldi verið okkara orð, ið báðir partar góvu størstan ans.

Man Eilif hava hugsað um, at val verður komandi summar? Heldur hann, at allir næmingarnir, foreldur og familja teirra, fara at gloyma, at tað vóru hansara avgerðir, ið høvdu við sær, at eingin fekk prógv summarið 1998, um so verður? Hansara politiska framtíð sær ikki bjørt út.

Vit, sum ganga í 3. g, leggja í roynd og veru ikki í, um ein 1. g flokkur verður lagdur saman. Henda samanlegging kemur aldri at raka okkum. Hví skal tað so verða noktað okkum at fara í skúla og fáa tað prógv, ið vit hava krav uppá? Komið til eina semju? Hetta verkfallið er láturligt. Vit mugu sleppa í skúla aftur nú!!!


Tveir ónøgdir

studentaskúlanæmingar