Í samstarvi við Europaháskúlanum á Kalø í Jútlandi skipar Fundamentor við Palla Højsholt og Boga Eliasen fyri 3 mánaðar háskúlaskúlaskeiði um íverksetan, sum er tað fysta av sínum slag í Danmark. Mikudagin verður kunnað um hetta í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Í hesum sambandi verður kunnandi fundur í Miðlhúsinum komandi mikudag, har tosað verður um skúlan, eins og kjak um íverksetan er á skránni.
Endamálið við sjálvum skeiðnum er at ung, sum hava áhuga fyri íverksetan og/ella hava eitt gott hugskot tey kundu hugsað sær at ment, fáa grundleggjandi førleikar til at byrja egið virksemi.
Í 3 mánaðar skapa vit eitt fundament fyri, og verða mentorar hjá, ungu fólkunum, sum taka hetta stóra stigið á íverksetaraleið.
Við opnari og erligari sparring og teimum neyðugu karmunum verða allir skeiðsluttakararnir fyrirekaðir til avbjóðingarnar í vinnulívnum.
Heimurin er opin fyri øllum, sum hava viljan í hjartanum, ert tú ein teirra?
Hevur tú góða hugskotið?
Hevur tú dirvið at royna hugskotið?
Brennir tú fyri at gerast íverkseti?
Ynskir tú frælsi og framtíð sum harri í egnum húsið?
Ynskir tú meira vitan og trygd?
Leitar tú eftir einum toymi, netverki ella fleiri samstarvspartnarum?
Vil tú stríðast fyri at standa á odda og fáa succes??
Um ein av omanfyrinevndu spurningum hóskar til tín er skeiðið ein góður møguleiki fyri at nærkast tínum dreymum.
Skeiðið:
Skeiðið verður á vakra Europaháskúlanum á Djursland, har skeiðluttakararnir eisini kunnu búgva. Serligur avsláttur verður givin føroyskum luttakarum.
Skeiðið er skipað í fýra partar:
Nágreinan og veruleikagerð av hugskoti, uppfinning ella tí tú vilt.
Persónlig avkláran, menning av sterkum og veikum síðum
Grundleggjandi innlit í byrjan av vinnuvirksemi,rakstur, vøkstur og praktiskt uppfylgjandi arbeiði eftir byrjan av virksemi.
Altavgerðandi samrenningin av góðsku, service, marknaðarføring og sølu.