Vert at bíða eftir Guðrið

Guðrið Hansdóttir band vóru eins og øll hini nøvnini á Tjóðpallinum í dag seinka á pall. Men tað loysti seg at bíða. Ein hálvan tíma eftir, at bólkurin sambært skránni skuldi á pall, fór Guðrið og hennara sjálvnevndi bólkur á pall. Kortini sótu fólk trúgv og bíðaðu eftir teimum, og fólk vóru sitandi líka til Guðrið og bólkurin vóru liðug. Tí hetta var vert at bíða eftir. Guðrið Hansen Band vóru akkurát líka góð sum altíð. Guðrið hevur eina fantastiska rødd, og konsertin var eitt frálíkt konsertupplivilsi.

 

Elin Maria Ó. Olsen