Vert at hugsa um…

Dávid Isfeld

Rossagøta 3

Hósvík

 

At tveita 100 tals milliónir (mió.) út til útjaðaran ymsa staðni í Føroyum hevur verið gjørt nú tey seinastu 25 árini - kanska eg fari at leita nøkur tøl fram í nærmastu framtíð. Nakrar íløgur eru til frama fyri alt landið, t.d. undirsjóvartunnilin til Vágoynna; aðrar eru til frama fyri ein stóran part av landinum, t.d. Smyril; og uppaftur aðrar eru fyri ein lítlan part av landinum - smábygdirnar:

 

Ein illustrering

Gamlarætt, nýggi vegurin til Gomlurætt, ferjulegan í Skopun og Teistin hevur samanlagt kosta uml. 500 mió. kr. Summi vilja vera við, at tað kostaði meira enn tað - nógv meira. Henda hálva milliard (mia.) er brúkt til Sandoynna og til frama fyri sandoyingar einans. Og nú vilja teir hava 800 mió. afturat - íalt uml. 1.3 mia. kr. (hugsið tykkum um 1,3 mia. kr. bleiv brúkt upp á eitt hvørt í Havnini tey næstu árini - tað hevði follið tungt fyri bróstið hjá mongum avbygdafólki).

Gásadalstunnilin við tilhoyrandi vegagerð kostaði uml. 50 mió. kr. Tá búðu 6 fólk í Gásadali, og síðani er lítið, um nakað, hent viðvíkjandi fólkatali og aðrari menning. Tað er runt roknað 8,5 mió. kr. til hvønn persón í Gásadali - hesin tunnil er til frama fyri gásadalsfólk einans; hann hevur ongan týdning fyri restina av Føroyum ella føroyingum. Um vit skuldu sýnt Tórshavnar kommunu somu vælvild og samsýning, so hevði tað verið:

8,5 mió. kr. x 20.000 (fólk) = 170 mia. kr. - jep, 170 MILLIARDIR KRÓNUR - til Havnar.

(Eg samanberi við Havnina, tí hon er fólkaríkast og tískil tann kommuna, ið lutfalsliga rindar mest til landskassan, hóast hetta fær hon lítið aftur. Hava handilsfólk, alment lønt og onnur sjálvstøðug vinnurekandi ikki rætt til at síggja sín landsskatt aftur í egnari kommunu, bara tí hon eitur Tórshavnar kommuna? - Álvaratos, hetta eru pengar, sum fólk sjálv hava arbeitt fyri).

 

Tunnil-mania

Hetta illustrerar, hvussu vitleysar nógvar íløgur í Føroyum hava verið - perspektiv, ein størri samanhangur, manglar. Onkur spyr óivað: Jamen skuldu gásadalsfólk so ikki havt vegasamband? Svarið átti tá at verið: Ikki fyri ein og hvønn prís, nei. Prísurin er nevniliga 50 mió. í fyrstu atløgu; síðani byrja øll hini at grenja um tunnil, sum eisini búgva eitt sindur avsíðis. Nú skal tunnil gerast norður um Fjall á Borðoynni, so nú hava tunnilsrópini ordiliga fingið flog: tunnil millum Kirkju og Hattarvík, tunnil til Gjáar; og so teir tunnlar, sum hava verið uppi og vent áður koma sjálvsagt sterkt aftur: tunnil til Fámjins, tunnil til Dals, tunnil til Vestmanna (eg havi óivað gloymt onkran tunnil), undirsjóvartunnil til Sandoynna og inn á Skálafjørðin - hesin síðstnevndi hevur tó OK grundgeving, men 1,2 mia. kr. - stakkals vit; og hetta letur eisini upp fyri eini 10 tunnlum afturat, ið hava líka vánaliga grundgeving fyri hví teir skulu gerast.

Hetta er, leysliga mett, íalt íløgur fyri eini 4 - 8 mia. kr. - kemur ann upp á hvussu nógv verður góðtikið. Og hetta vilja tunnilsfólkini hava innan eini 15 ár - tað ber sjálvsagt ikki til, men um tað verður innan 20 ár, so verður tað óliviligt í Føroyum tey næstu 30 árini. Hetta má og skal havast í huga: Tunnlar eru tey suverent dýrastu prosjektini í Føroyum - tilhoyrandi vegarbeiði er sanniliga eisini dýrt, uml. 10 mió. kr. fyri hvønn km. Við hesum mongu øðiliga kostnaðarmiklu prosjektum eru eingir pengar til menning á øðrum málsøkjum.

Er ynski hjá politikarunum og Føroya fólki, sum velur hesar politikarar, veruliga tað, at um 20 ár koyra vit eftir besta vegasambandi nakar oyggjabólkur hevur í heiminum, og við teimum árinum, at vit hava ringasta skúlaverk, heilsuverk og eldrarøkt í vesturheiminum; og tey ringastu tilboð til tey ungu - arbeiðsliga og frítíðarliga - og eitt Fróðskaparsetur, ið tá bert verður brúkt sum fyribilsloysn til at hýsa heimleysum drykkjumonnum? Er hetta fólksins vilji - at vera botnproppurin í framtíðar Pisa-kanningum, og øllum øðrum kanningum um dugnaskap og førleika? Tann afturúrsigldi og retarderaði ættleiddi lítlibeiggin hjá Danmark í útnorði?