Fótbóltur
Tað var við stórum spenningi, at sæð varð fram til byrjunardystin á Oyggjaleikum í fótbólti. Vertirnir úr Isle of Man hava bert spælt organiseraðan kvinnufótbólt í eini tvey ár, og millum mótstøðulondini mundu Føroyar helst teljast millum teirra við flestu royndunum.
Hetta forðaði tó ikki heimafólkunum at møta fjølment til dystin. Venjarin hjá Isle of Man hevði undan dystinum sagt, at hann avgjørt roknaði við einum góðum úrsliti, men at Føroyar allarhelst vóru favorittar kortini.
Eingin mótstøða
Føroysku kvinnurnar høvdu tí kanska roknað við einum torførum dysti, og í øllum førum vóru tær sera uppsettar frá fyrsta dómarabríksli. Eitt stórt trýst varð lagt oman móti mótstøðumálinum, og alt fyri eitt spurdust eisini nakrir málmøguleikar burturúr.
Tað skuldi eisini vísa seg, at føroyska mótstøðan var alt í verðini ov sterk hjá vertunum. Fyrsta skotið móti føroyska málinum høvdu tær í 12. minutti, men longu tá hevði bólturin verið tvær ferðir í egnum máli, og sum dysturin leið, komu níggju mál afturat.
Tað er tí helst eingin orsøk at staðfesta annað enn, at føroysku kvinnurnar vóru so klárt besta liðið í dystinum. Serstakliga í fyrra hálvleiki koyrdu tær runt við mótstøðukvinnunum, men tað var kortini stuttligt at síggja, hvussu væl tær megnaðu at halda spæliætlanini hesi trý korterini, hóast mótstøðan var so lítil. Slíkir dystir enda aloftast við, at allir leikararnir vilja sleppa á máltalvuna, men hetta hendi tó ongantíð í dystinum.
Liðið
Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, hevði valt at stilla upp í eini 4-4-2 við sweepara, og yvir høvur kann ikki sigast, at uppstillingin var serliga óvæntað á nakran hátt. Kanska vildi onkur havt Halltóru Joensen úr VB í byrjunaruppstillingina, men ivaleyst fer hon at fáa hendan møguleika í onkrum av komandi dystunum.
Í stuttum kann sigast um liðið, at eingin av teimum ellivu dumpaðu, og hóast fleiri ikki høvdu so nógv at gera, so tóku tær alla tíðina uppgávuna í stórum álvara.
Annika Hansen tók sær av tí sindrinum, sum kom oman móti føroyska málinum. Ragna Andreasen ruddaði væl upp í verjuni, hóast hon onkun tíð tóktist heldur ótrygg í avspælinum. Framman fyri Ragnu var Maria Vang sera trygg á stopparanum, meðan Silja á Borg og serliga Bára Skaale stóu seg væl í borðunum.
Sentrali miðvøllurin og hjartað á liðnum vóru Eyðvør úr Dímun og Helga Ellingsgaard, og kanska meira enn hinar høvdu tær æruna av, at dysturin gekk, sum hann gekk. Eyðvør við síni styrki í bæði høvuðsspælinum og taklingum kom óteljandi ferðir ímillum, tá hinar royndu at koma ígjøgnum, og Helga prógvaði uttan stórvegis himpr, at hon helst er besti leikarin í landinum. Stýrdi alla tíðina liðfeløgunum, flutti seg skilagott og var alla tíðina spælbar. Bert spell at hon einki mál fekk, hóast hon hevði fleiri góðar langskotsroyndir.
Í borðunum á miðvøllinum vóru Eyðfríð Kristiansen og Sólvá Joensen, og vóru tær eisini við í uppspælinum til fleiri av málunum, tá tær settu ferð á.
Frammi vóru so tær báðar KÍ-kvinnurnar. Ragna Andreasen og Malena Josephsen. Við skjótleika sínum skaptu tær ferð eftir ferð ruðuleika í mótstøðuverjuni, umframt at serstakliga Rannvá man hava givið komandi málverjunum høvuðpínu, tá hon sýndi stóru skotstyrki sína.
Hvør framtíð liggur í hesum liði, er kanska ilt at siga. Er hetta støðið á Oyggjaleikunum, tænir tað ikki stórvegis endamáli at taka lut á hesum, men áðrenn øll rópini aftur koma um altjóða luttøku, mugu vit fyrst vita, hvussu støðið er á hinum mótstøðulondunum. Fyrsta ábendingin um hetta var mánakvøldið, eftir at blaðið varð prentað, tá føroysku kvinnurnar skuldu royna seg móti Ynos Mon.
Isle of Man-Føroyar 0-11 (0-8)
0-1: Rannvá Andreasen 5.
0-2: Malena Josephsen 9.
0-3: Malena Josephsen 18.
0-4: Eyðvør úr Dímun 30.
0-5: Rannvá Andreasen 32.
0-6: Rannvá Andreasen 39.
0-7: Eyðfríð Kristiansen 41.
0-8: Rannvá Andreasen 45.
0-9: Sólvá Joensen 53.
0-10: Rannvá Andreasen 56.
0-11: Malena Josephsen 70.
Føroyar: Annika Hansen ? Bára Skaale, Maria Vang, Ragna Andreasen, Silja á Borg (Rannvá Augustinussen)? Sólva Joensen, Eyðvør úr Dímun, Helga Ellingsgaard, Eyðfríð Kristiansen (Vivian Bjartalíð 69.) ? Malena Josephsen, Rannvá Andreasen (Halltóra Joensen 65.)