Vertshúsið latið upp

Í gjár varð fyrsta roynd gjørd at bjóða fólki innar í nýggja Vertshúsið í Niels Finsensgøtu í Havn.

Nýggj býarmynd

Johan Mortensen, stjóri sigur, at teir nú í eina tíð hava arbeitt við at fáa alt uppá pláss. Hølini innan eru varðveitt í sínum uppruna men hevur listamaðurin Tróndur Patursson lagt litir á veggir og loft og sett upp ymisk listaverk úr glasi í hølunum, soleiðis at tey nú minna ikki sørt um eitt stórt samanhangandi innandura listaverk. Johan Mortensen er ótrúliga fegin um tað arbeiði, sum listamaðurin hevur gjørt og vísir á, at Tróndur fer eisini at hava eina fasta framsýning í húsunum.

Annars eru øll loyvi fingin uppá pláss og eisini skonkiloyvi. ?Vit hava roynt at bjóða fólki innar fyri at vita, hvussu riggar og um nakað skal broytast. Nú eru vit við at vera heilt klár til at bjóða almenninginum innar. Húsini lótu tó upp í gjár men verða tey fult opin frá mánadegnum í næstu viku.

Umframt at hava alment opið so verður eisini roynt at brúka hølini til samkomur, móttøkur ol.

Myndir: Jan Müller