Verturin var lagdur á verjupartin

Fótbóltur: KÍ og GÍ spældu málríkan dyst í Klaksvík

1. deild menn:

KÍ-GÍ 4-5 (2-4)


Gøtufólk eru trúgv ímóti sínum fótbóltsliði. Tað hava tey verið øll árini, teirra lið hevur verið í bestu deildini, og tað hevur sjálvsagt verið serliga hugaligt tey seinnu árini, tá teirra lið hevur vunnið FM fýra ár á rað.

Sunnudagin vóru tey ikki so nógv í Klaksvík, sum tey onkuntíð hava verið undanfarin ár, men tey, sum vóru í Klaksvík, vóru saman við áskoðarunum hjá heimaliðnum vitni til gott undirhald, har liðini bæði, sum høvdu ásannað veruleikan av, at teirra møguleiki var fokin, spældu undirhaldandi og málsøkjandi fótbólt, meðan verjuparturin ikki varð tikin í tí álvara, sum tað ofta hevur verið sæð áður.


Mál og møguleikar

GÍ slerdi tónan ann, og teir komu longu á odda, tá fimm minuttir vóru farnir. Sámal Joensen sendi fríspark innfyri úr høgru, og Henning Jarnskor var púra leysur við handara stólpa og hevði lætt við at stúta í kassan.

Bara tríggjar minuttir seinni javnaði Heðin á Lakjuni. Eftir langan bólt fram eftir miðleingjuni frá Rógva Jacobsen rann hann frá verjuspælara, Jens Martin Knudsen hálvbjargaði, men álopsmaðurin hevði ongar trupulleikar at seta returin í kassan.

Og so var tað, at Pauli Jarnskor, sum hevði stóran leiklut á GÍ miðvøllinum, skoraði eitt mál, ið man teljast ímillum tey bestu, sum eru sædd í Klaksvík í ár. Hann smekkaði til úr 23 metrum, og bólturin brast í tvørtræið dygst úti við samankomingina, áðrenn hann støkk inn um strikuna.

KÍ verjan má taka stóran part av ábyrgdini fyri 1-3 málið. Talan var um kiks, áðrenn Øssur Hansen fekk fatur á, spældi Henning, sum stútaði í tvørtræið, og so var Pauli Jarnskor fyrstur á returbóltinum, meðan verjuspælararnir hugdu at.

John Hansen minkaði um munin, tá hann fyrst tamdi hegnisliga framvið einum veruspælara, áðrenn hann við lítið brúkta høgrabeininum sendi í kassan.

Fyri hálvleik økti GÍ til 4-2. KÍ verjan gav sær ikki far um Símun Petur Justinussen, sum hevði sníkt seg framvið í vinstru, hann varð leysur og royndi ímóti málinum, Gunnar á Steig hálvbjargaði, og aftur hesa ferð stóðu verjuspælararnir sum runnir í stein, soleiðis at Sámal Joensen kundi verða fyrstur á returbóltinum.

Stutt eftir steðgin økti Øssur Hansen til 5-2, og tá lá tað líka sum í luftini, at talan skuldi gerast um stórtapið til heimaliðið, sum teir onkuntíð hava verið úti fyri. Men tað eydnaðist klaksvíkingum, sum í steðginum høvdu umskipað, soleiðis at Allan Joensen fór av miðvøllinum og í miðverjuna, meðan eldir bróðurin, Jan Joensen, kom inn á miðvøllin, at venda gongdini. Teir minkaðu um munin til 5-4, og síðstu løtuna høvdu teir møguleikar at skjóta bæði eitt og tvey mál.

Tað restaði eitt korter, tá Harley Bertholdsen eftir tvær ferðir aftur og fram í brotsteiginum minkaði um munin til 5-3, og tað restaðu sjey minuttir, tá Kurt Mørkøre stútaði innlegg frá Arnoldi Joensen í málið. Linjuverjin markeraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri, og so trýsti KÍ fyri at javna. John Hansen sendi í stólpan, og Jens Martin Knudsen stórbjargaði, tá Arnold Joensen heilfluktaði ímóti málinum.


KÍ mist nógv heima

Trý stig til GÍ, sum harvið tykist hava sett seg á bronsuplássið. Áskoðararnir hjá heimaliðnum hava vant seg við, at teir kunnu rokna við øllum, tá teirra lið spælir. Hesa ferð var tað upp og niður, og at enda lógu teirra eftir á.

Hetta var fjórða ferðin, at KÍ tapti á heimavølli í ár. Undanfarin ár hevur KÍ vunnið væl, oftari á heimavølli, og klaksvíkingarnir kunnu bara staðfesta, at um tey tólv stigini, sum eru tapt á heimavølli, vórin komin til høldar, so høvdu teir havt møguleika at stríðst fyri øðrum enn fimta plássinum.