Vespur stinga eisini í kulda

Enn einaferð prógvaði NSÍ vinnaravilja og drepara-instinkt. AB hevði stríðst og barst í 83 minuttir, tá Jónhard Frederiksberg punkteraði AB-vónina og festi í aftur gullvónina hjá NSÍ

Fótbóltur

 

Meira enn nakað annað lið, so hevur NSÍ í ár prógvað eitt seigtrekk, sum væl kann gerast gull vert hjá oddaliðnum. Ferð eftir ferð hava teir gjørt bart, tá dystir mest sum hava verið dømdir til javnleik, og sunnudagin var enn einaferð talan um slíkan dyst.

 

Í nógva vindinum í Runavík varð sjáldan talan um nakað flótandi fótbóltsspæl. Heimaliðið átti vindin undan fyri steðgin, og hetta nýttu teir eisini til at leggja eitt støðugt trýst mótvegis gestunum.

Nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr, men tað var ikki fyrr enn tíggju minuttir undan steðginum, at hol kom á. Bogi Løkin sendi fríspark innfyri úr vinstru, og har stóð Sjúrður Jacobsen mest sum leysur, soleiðis at hann kundi stýra bóltinum í netið.

Hóast AB hevði vindin undan í seinna hálvleiki, so var tað framvegis NSÍ, sum sat á tí mesta. Samanspælið hekk betri saman móti vindinum, nú bólturin ikki rann undan spælarunum, og Jónhard Frederiksberg var sera nær við at økja, tá hann langaði bóltin í tvørtræið ta einu ferðina.

AB royndi tó eisini at liggja framvið, og um hálvleikin gav hetta eisini úrslit. Allan Mørkøre var sterkari enn Óli Hansen í tvídysti, og so smekkaði hann bóltin í meskarnar umvegis stólpan.

Og so kom veruligt lív í. Hvørgin parturin kundi nýta javnleikin til tað heilt stóra. Skuldi AB halda lív í sínari vón, so var tað bara sigurin, sum taldi, og teir royndu støðugt at finna áleypararnar við longum sendingum. Hetta gav eisini pláss til NSÍ, sum flutti Óla Hansen niðan í álopið, men leingi tóktust allar royndirnar tó at vera til fánýtis.

Sjey minuttir fyri leiklok bragdaði tó. AB-verjan fekk í fyrstu atløgu beint hornaspark útfrá, men ikki longur enn til Jónhard, sum langaði bóltin í meskarnar.

 

FM-kós

Og so varð talan enn einaferð um trý stig til runavíkingar. Aftur trý stig av tí heldur tepra slagnum, men tey telja tó eins nógv sum øll onnur. Og tað hevur ofta víst seg, at liðini, sum hava orkuna og treiskni at avgera dystirnar í evstu løtu, eisini eru tey, ið standa heilt ovarliga, tá talvan verður tald saman eftir kappingarlok.

Enn eru tó langt ífrá allar súður syftar. Ein tann truplasta uppgávan í so máta verður helst komandi vikuskiftið, tá HB kemur á vitjan við Løkin. Hinvegin hevur NSÍ higartil víst stórt hegni til støðugt at hugsa um ein dyst ísenn. Og við verandi tvídystinum við B36 í huga er væl hugsandi, at hvør einstakur av komandi fýra dystunum verður at rokna sum ein finala.

Tað er tað eisini hjá AB. Saman við B71-sigrinum í Vági merkti tapið, at AB nú er níggju stig frá bjargingini. Og tað er ein munur, sum ikki verður lættur at vinna aftur. Ikki minst, tá bæði HB og B36 standa á dystarskránni, sum er eftir hjá liðnum.