Vest Norden ikki bara miseydnað

Nógv hevur verið frammi í miðlunum um, at árliga ferðavinnustevnan, Vest Norden Travel Mart, sum herfyri var í Keypmannahavn, var miseydnað sæð við føroyskum eygum, men tað haldi ikki allir partar av føroysku ferðavinnuni.

Ein av teimum, sum hevur tikið lut á flestøllum Vest Norden Travel Mart seinastu mongu árini, er Marni Hjallnafoss, stjóri á Green Gate Incoming. Hann heldur ikki, at Travel Mart var so  miseydnað, sum fleiri vilja verða við.

Fingu nógv burturúr
Marni Hjallnafoss sigur, at á Green Gate eru tey væl nøgd við tað, sum tey fingu burtur úr í ár.
- Vit fingu tað, sum vit fóru eftir. Eg haldi tó, at ein trupulleiki var tað, at tað vóru so óvanliga nógvir føroyskir luttakarar á stevnuni í ár, sigur Marni Hjallnafoss.
- Teir smáu veitararnir eru kanska ikki so sjónligir sum teir stóru. Harafturat fara keypararnir fyrst og fremst at vitja tey, sum eru afturvendandi luttakarar á Vest Norden Travel Mart, sigur Marni Hjallnafoss.
Eg skilji væl tær frustratiónir, sum eru, men tað sum vit hava upplivað í miðlunum, síðani vit komu heim, haldi eg verða ov nógv av tí góða. Gamaní vóru tað summi ting, sum ikki vóru nøktandi, so sum plasering og kunning undan stevnuni, men vit skulu minnast til, at hetta var fyrstu ferð, at stevnan var í Danmark, og tí vilja tað altíð verða summir trupulleikar, sigur Marni Hjallnafoss.
Hann leggur tó eisini dent á, at øll tiltøkini í sambandi við ferðavinnustevnuna riggaðu væl, og tað eiga fyrireikararnir rós fyri.

Óvanliga stór føroysk luttøka
Stjórin á Green Gate Incoming heldur, at smærru hjáveitararnir í føroysku ferðavinnuni høvdu fingið meiri burtur úr við at brúka pengar uppá okkurt annað enn at senda umboð á Vest Norden Travel Mart.
- Vit selja teirra vøru, og tí hevði tað kanska verið snildari, um tey lótu operatørarnir umboða teirra vøru, og ístaðin nýttu peningin á annan hátt á Travel Mart . Hetta merkir so avgjørt ikki, at tey onki hava at siga, tí vit kunnu ikki verða tey fyriuttan, tí tað eru teirra produktir, ið vit selja. Vit hava ongantíð áður havt so stóra umboðan úr Føroyum, og vit noyðast at hugsa meiri rationelt, sigur Marni Hjallnafoss.
Hann heldur tað verða umráðandi, at partarnir í føroysku ferðavinnuni læra at tosa  meiri saman undan slíkum ferðavinnustevnum, so at man í best møguligan  mun fær fyrireika seg til stevnuna allari vinnuna at frama.
- Eg haldi, at rætti vegurin fram er, at teir størru veitararnir, t.d. flutningsfeløgini, túroperatørar og umboð fyri kunningarstovurnar, sum selja produktini hjá teimum smærru hjáveitarunum, umboða vinnuna, tí tað er fyrst og fremst teir, ið kundin velur at vitja, sigur hann.