Verandi kreppustøðan hjá føroysku fiskivinnuni eru beinleiðis úrslit av cowboy-biologisku filosofi?ini hjá Fólkaflokkinum, sigur Torbjørn Jacoben. Fyrrverandi fiskimálaráðharrin segði, tá hann tók við, at nú skuldi lívfrøðin í nógv størri mun stýra fiskiskapinum. Og Torbjørn Jacobsen er ikki í iva, tá hann skal viðmerkja útsøgnina hjá Jacob Vestergaard, sum heldur fiskifrøðina stýra Føroyar móti avgrundini.
- Fiskivinnan er sjálvt fundamentið undir okkara búskapi, og tí er landsstýrissessurin í fiskivinnumálum nógv tann týdningarmesti av øllum. Í fleiri ár hava vit onga politiska stýring havt av fiskivinnuni, og tí heldur onga búskaparstýring. Og hava vit ein somikið ignorantan fiskimálaráðharra, at hann hevur sagt hasi orðini, so er hann ein vanlukka. Ikki bara fyri føroyska fiskivinnu, men fyri tann samlaða føroyska búskapin, sigur Torbjørn Jacobsen.
- Síðani 2002 er toskaveiðan minkað úr 38.000 tonsum niður í 10.000, og hýsan er minkað úr 24.000 niður í 5.00 tons. Hetta svara til eitt avreiðingarvirði á 600 milliónir, og frá virkiseigarum, sum eg havi spurt, verður sagt, at talan er um eitt eitt útflutningsvirði upp millum 1 og 1,2 milliardir krónur.
- Og hetta er beinleiðis úrslit av politisku kósini, har Jón Kristiansson hevur verið tann heilt stóra guru?in. Og eg fati ikki, at tann politiska skipanin áhaldandi letur Fólkaflokkin gera av við føroyska fiskivinnu.
- Ikki minst tí at lagaliga løtan er júst nú. Vit hava í dag einar 18.000 óvirknar dagar í skipanini. Trupulleikin er, at nú náttúran aftur hevur verið við eina tíð, og nógvur smáfiskur helst er væntandi, verður hendan deyðvekt, sum í berari armóð hevur verið óvirkin, aktiverað. Og tí verður fiskurin uppfiskaður alt ov tíðliga.
Spurdur, hvørji ráð eru at taka, sigur Torbjørn Jacobsen, at lívfrøðin er einasta alternativið, sum vit hava, og tí má hetta fylgjast.
- Veruleikin er, at vit í dag sita við eini manko upp á umleið 30.000 tons í feskfiski í mun til meðalveiðuna seinastu 100 árini. Við at halda fast um verandi kós, sum als ikki er nøkur kós, men ein kreppustýrd vinna, stýra vit beint til næstu kreppu.
- Stálið og ognarviðurskiftini í flotanum hava alt ov leingi verið tað, sum hevur stýrt politikkinum. Tá stovnurin er tað veikasta liðið, so mugu vit taka støði í hesum. Tað er eins og við einum banka. Tekur tú meira enn rentuna út, so minkar fæið, og tað er tað, sum alt ov leingi er hent hjá okkum, sigur Torbjørn Jacobsen.