Vestergaard í Deadline: Vit krevja okkara rætt

- Vit hava ongantíð fingið høvi at diskutera býtið av sild. Og vit gera ikki annað enn at krevja okkara rætt. Tað segði ein vælupplagdur Jacob Vestergaard, tá hann var gestur í Deadline á DR2 í kvøld.

 

Evnið var aktuella sildastríðið millum ES og Føroyar, sum í vikuni førdi við sær, at fiskivinnunevndin hjá ES samtykti at seta í gildi handilstiltøk móti Føroyum.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum segði seg fara koma við prógvum, ið stuðla undir føroyska kravið um størri part av sildastovninum í Norðuratlantshavi.

 

- Men tað fara vit at gera, tá vit sleppa aftur til samráðingarborðið, segði Jacob Vestergaard.

 

Hann vildi ikki gera málið til ein spurning millum Føroyar og Danmark.

 

- Aggresivi holdningurin og politikkurin úr Brússel hevur ført okkum higar. Eg skilji væl, at Danmark er í einari støðu, har landið ikki fær gjørt so nógv. Danmark hevur roynt sítt, hevur roynt at fáa ein dialog í lag við fiskivinnukommisserin hjá ES, men til fánýtis, segði Jacob Vestergaard.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísti á, at hóast Føroyar og Danmark eru í ríkisfelagsskapi, so hava Føroyar ikki fyri neyðini at rætta seg eftir tí fiskivinnupolitikki, sum Danmark er noytt til at føra.

 

- Føroyar hevur valt at hava okkara egna fiskivinnupolitikk. Tað valið tóku vit, tá Danmark fór inn í ES á sinni, og Føroyar valdu at standa uttanfyri, segði Jacob Vestergaard.