Vestergaard krevur meira enn Ísland

- Eg kann ikki góðtaka eina loysn, har Føroyar í framtíðini fáa sama part sum Ísland og væl minni enn 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni, sigur Jacob Vestergaard

- Eg kann ikki góðtaka eina loysn, har Føroyar í framtíðini fáa sama part sum Ísland og væl minni enn 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni, sigur Jacob Vestergaard

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er greiður í sínum svari til Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser.

 

Hóast Jacob Vestergaard á felags tíðindafundi í Tinganesi hósdagin segði tilboðið frá Mariu Damanaki vera áhugavert, so kemur tað ikki til sjóndar í svarinum, sum fór úr Fiskimálaráðnum til Brússel í gjárkvøldi.

 

Úr svarinum kemur til kennar, at leisturin hjá Mariu Damanaki er, at Føroyar og Ísland skulu fáa sama part av makrelstovninum.

 

Men tað gongur ikki, sambært Jacobi Vestergaard.

 

- Eg kann ikki góðtaka eina loysn, har Føroyar í framtíðini fáa sama part sum Ísland og væl minni enn 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni, sigur Jacob Vestergaard í svarinum til Damanaki.

 

Í brævinum minnir landsstýrismaðurin á, at hann á toppfundinum í síðstu viku gjørdi greitt, at tað má vera munur á føroysku og íslendsku makrelkvotuni.

 

- Tað er mín greiða fatan, at Føroyar eiga at síggjast sum eitt strandaland í eini komandi avtalu um makrelin, sigur Jacob Vestergaard.

 

Jaligi tónin frá síðstu viku sæst tó partvís aftur í svarinum frá Jacobi Vestergaard, sum endar brævið til Mariu Damanaki við at heita á kommisserin um at halda fram við síni roynd at finna semju um makrelbýtið. Og somuleiðis sigur landsstýrismaðurin seg framhaldandi vilja arbeiða fyri at finna eina loysn á makreltrætuni.

 

Les eisini: Føroyar siga nei til tilboð frá Damanaki