Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at siga sína hugsan um stórar fyritøkur og tilfeingispolitikk mánakvøldið.
Mánakvøldið klokkan 19.00 fer samfelagsfrøðingurin Robert Wade frá London School of Economics at halda fyrilestur um vansan við einum samfelag, har eitt fátal av einstaklingum eigur stóran part av samfelagsliga rikidøminum. Fyrireikararnir hava víst á, at orðaskifti um eitt nú uppsjóvartilfeingið í Føroyum ger, at evnið er háaktuelt her hjá okkum.
Robert Wade verður ikki einsamallur. Tí fyrireikararnir hava fingið landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, at leggja fyri á fundinum við at greiða frá, hví tað er umráðandi at hava fáar stórar fyritøkur, og hvussu hettar eigur at síggjast aftur í tilfeingispolitikkinum í fiskivinnuni.
Les eisini: Tá fá eiga øgiliga stóran part av landsins ríkidømi