Vestmanna: 5,3 % minni skattur í februar

- Vit eru ikki bilsin av afturgongdini, verður sagt úr Vestmanna kommunu.

Tølini fyri inntøkurnar hjá kommununum vísa, at Vestmanna fekk góðar 2,5 mió krónur inni í skatti, í mun til 2,7 í februar í fjør.

Í miðal høvdu aðrar kommunur 2,04 prosent afturgongd, men í Vestmanna var afturgongdin heldur størri - 5,33%.

- Vit høvdu væntað eina afturgongd, av tí at onki arbeiði hevur verið á fiskavirkinum, verður sagt úr Vestmanna kommunu.

Haraftrat lógu skipini eisini stóran part av mánaðinum.

Fleiri aðrar kommunur, sum eru tengdar at fiskivinnuni, høvdu afturgongd, - onkur teirra væl størri afturgongd: Runavík 6,88%, Fuglafjørður 11,07%, Kvívík 12,68%, Nes 13,70% og Hvalba 22,57%.

- Higartil í ár er skattainntøkan hjá okkum 4,42% lægri enn í fjør, staðfestir Vestmanna kommuna.