Tað eru 20 ár í ár, síðan fyrsta bátastevnan varð hildin í Vestmanna, og hetta er ein orsøkin til, at nógv verður gjørt burturúr. Áhugin fyri bátastevnuni í ár er rættiliga stórur, og bæði báta-og kampingpláss eru fullteknað.
Sagt verður úr Vestmanna, at ongantíð áður eru so nógv atgongumerki til bátastevnuna seld í forsølu sum hesaferð.
Ein av fyrireikarunum, Jónfinn Egilsnes, heldur, at ein orsøk til, at áhugin er so stórur hesaferð, er, at so fáar slíkar stevnu hava verið hesi bæði seinnu árini, tí korona hevur órógvað.
- Tær umstøður, vit hava í Vestmanna í dag, kunnu slett ikki samanberast við tær umstøður, ið vóru, tá stevnan fyrstu ferð sá dagsins ljós. Í dag eru umstøðurnar framúr.
Saman við nógvum góðum og hugaðum kreftum hevur Jónfinn Egilsnes verið við í fyrireikingunum síðan 2004.
- Tá tiltakið byrjaði, vóru ongar bátabrúgvar, og her vóru eingi tjøld. Umstøðurnar kunnu slett ikki samanberast við teir fantastisku karmar, sum stevnan hevur í dag.
##med2##
Hann vísir á, at talið av frítíðarbátum í Føroyum er nógv vaksið, sum árini eru liðin, og tað er talið av kampingvognum eisini. Nógvir frítíðarbátar eru komnir úr útlandinum, og tað er eisini vorðið meira vanligt at ferðast kring landið í kampingvogni.
Jónfinn Egilsnes heldur, at tað riggar sera væl at flætta báta-og kampingtiltøk, soleiðis sum gjørt verður fleiri staðni kring landið.
- Hetta eru í báðum førum fólk, sum duga at hugna sær saman, og tað er eisini vanligt at síggja fólk ganga millum bátar og kampingvognar, sigur hann.