Sambært uppskotinum skulu verandi kommunur, sjálvbodnar leggja saman í nakrar útvaldar eindir áðrenn 1. juni næsta ár, men eydnast tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg.
Tórshavn er jú høvuðsstaður okkara. Tað verður ikki lætt at marknaðarføra navnið Streymoyar kommunu sum høvuðsstað úti í verðini. Hetta havi eg víst á áður. Tí er sjálvsagt rætta navnið Tórshavnar kommuna og ikki Streymoyar kommuna.
Fyrimunur og vansar eru við øllum, men vit mugu koma víðari og taka hetta stigið sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnan leggur upp til. Fólk hava sjálvsagt tosað fyri og ímóti úr øllum ættum, tað hava tey eisini rætt til.
Eitt nú í seinastuni hava røddir verið frammi við, at Havnin verður ov stór, og at tað skal vera fólkaatkvøða o.s.fr. Eg havi einki ímóti einari fólkaatkvøðu, tað er ikki tað. Men nær koma vit so víðari? Men, hendan kommunuskipan kann jú skipast við staðbundnum nevndum, har ein jú verjir nærdemokratiið og fólkafrælsi og ynskir hjá tí einstøku kommununi.
Hetta gera vit í dag í Tórshavnar kommunu. Har tær ymisku bygdirnar í Tórshavnar kommunu hava staðbundnar nevndir, sum eru teirra umboðan og talirør. Somuleiðis er tað upp til veljaran, hvønn hann velur og hvar viðkomandi kemur frá o.s.fr.
At vera partur av Tórshavnar kommunu hava borgarar í Kvívík og Vestmanna avgjørt við fólkaatkvøðu. Niðurstøðan av fólkaatkvøðuni er eisini tikin til eftirtektar av landsstýrinum.
Eg meti tað vera ein styrkur fyri høvuðsstaðin og fyri allar Føroyar, at vit fáa Kvívík og Vestmanna uppí Tórshavnar kommunu. Men, vit noyðast at koma víðari og gera færri kommunalar eindir í Føroyum.
Eg vænti eisini, at í Føroyum koma í framtíðini at vera niður til 3 kommunalar eindir. Við einum suðurøki, miðstaðarøki og norðurøki. Tað hevði kanska eisini, givið eitt meira rættvíst býtið av kommunalu eindunum.
Landið má hava serstakar stuðulsskipanir fyri tær eindir, sum ikki vera nógv sterkar í mun til eitt nú Tórshavnar kommunu. Hetta leggur álitið eisini upp til.
Men hetta uppskotið um sonevnda kommunala umskiparnarpakkin, har vit fáa færri og sterkari kommunalar eindir, er ein gongd leið hjá okkum bert 48.000 íbúgvum her á landi.
Men eitt er vist, at bæði Vestmanna og Kvívík eru vælkomin til Tórshavnar kommunu.