Vestmannadagar alla hesa vikuna

Ein rúgvusmikil, fjølbroytt og forvitnislig skrá er løgd fyri Vestmannadagar í Vestmanna, sum eru hesa vikuna.

Ein rúgvusmikil, fjølbroytt og forvitnislig skrá er løgd fyri Vestmannadagar í Vestmanna, sum eru hesa vikuna. Tiltakið byrjaði mánadagin 5. september og varar til og við sunnudagin, 11. september, tá endað verður við gudstænastu í Vestmanna kirkju klokkan 11 og sunnudagsskúla í Missiónshúsinum klokkan 13.

 

Í dag, mikudagin 7. september, verður Krambúðin hjá Niels hjá John opin frá klokkan 15-23, og opið hús verður á Heiminum á Grønanesi frá klokkan 16-18, har øll eru hjartaliga vælkomin á vitjan. Á Grønanesi fara Ólavur og Niels at spæla livandi tónleik, og her verður eisini høvi at taka sær ein sving-om.

 

Í tímunum frá klokkan 17-19 í dag verður listaframsýning í gomlu Sýslumanshúsunum, har Heidi Petersen, Ann-Mari Mouritsen, Gyðja H. Didriksen, Laila Nicolajsen og Martin Joensen fara at sýna fram list.

 

Leirdúgvuskjóting verður Úti á Bergi klokkan 17, og her eru eisini óroynd vælkomin at royna seg, eins og høvi verður at teknað seg sum lim í Vestmanna Byrsufelag.

 

Í kvøld klokkan 18 verður framsýning av lutum hjá bygdarsavninum í Faktorhúsunum á Fitjum, og her verður esini høvi hjá børnum at tekna Vestmanna søgu. Klokkan 19 fer Helgi Jacobsen at greiða frá um kongliga handilin og framburðin við fríhandlinum, og hetta tiltak verður í gomlu pakkhúsunum á Fitjum.

 

Børnini sleppa í biograf á Fiskivinnuskúlanum klokkan 17, og her verða filmar vístir fyri børnum í 1.-6. flokki og fyri børnum í 7. flokki og eldri.

 

Klokkan 20 í kvøld verður framløga av nýggju útstykkingini í Vestri, og her verður eisini kunning um týning av skøru og tistli. Tað er Vestmanna kommuna, sum bjóðar til hetta tiltak, ið verður á Fiskivinnuskúlanum. Fyrireikingararbeiðið við nýggju útstykkingini er nú komið so mikið væl áleiðis, at verkætlanin er klár at vísa bygdarfólkinum.

 

Skráin fyri Vestmannadagar 2016 heldur fram bæði hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, og her er nógv ymiskt at fara til - til øll og allar aldursbólkar. Skráin kann eisini lesast um heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu – www.vestmanna.fo