Vestmenn lova hittparadu í Klaksvík

– Ætlanin er at spæla allar landaplágurnar til eina felags løtu á Summar Festivalinum, sigur Martin Joensen, sum er ein av oddamonnunum í Vestmonnum

 

Í september mánaði eru 30 ár, síðani Vestmenn sóu dagsins ljós. Tað eru samstundis 30 ár liðin, síðani fyrsta plátan hjá teimum, Brot, kom út. Ró, Eg siti so eina, Tá eg droymi, Motormani og ein røð av landaplágum eru komnar síðani.

 



Í august spæla Vestmenn á stóra palli á Summar Festivalinum, og teir leggja upp til eina rimmar felagssangløtu.

 



– Ætlanin er at spæla allar landaplágurnar til eina felags løtu á Summar Festivalinum í ár, sigur ein av oddamonnunum í Vestmonum, Martin Joensen.

 



Summar Festivalurin fegnast um at hava fingið hendan heiðursgest á festivalin í ár. Vestmenn teljast millum stóru bólkarnar í Føroyum, og tað er hugaligt at sleppa at feira runda dagin saman við teimum.

 


 
Vestmenn verða næstan fullmannaðir til Summar Festivalin. Martin, Ólavur og Niels vera við. Óvist er um Bogi verður heima. Vestmenn hava aðrar góðar tónleikarar at taka av, og Ólavur Øster og Rúni Højgaard koma at hjálpa til.

 


 
Umframt hesar kringu tónleikararnar framføra Jórun Højgaard og Rúna á Heygum nøkur løg saman við Vestmonnum. So tað er lagt upp til eina hugaliga løtu saman við Vestmonnum á Summar Festivalinum 2014, sum fer at bera brá av føðingardagshugna.