Vestmenningar komnir fyri seg

Manskappingin í hondbólti er óvanliga jøvn í vetur. Undan dystinum í dag var VÍF næstaftast á stigatalvuni, men eftir sigurin í dag er liðið brádliga á finalukós. Eisini hóast munurin til niðurflytingarplássið framvegis bert er tað eina stigið.

VÍF brúkti eitt sindur av tíð um at koma ígongd í dag, men tá teir um miðjan fyrra hálvleik fingu fatur á StÍF, litu teir seg ikki aftur um bak.

Eftir steðgin stóð VÍF fyri tí mesta, og hóast vertirnir royndu at gera ein vørr móti dystarenda, so megnaði VÍF alla tíð at svara aftur.

Besti málskjútti hjá StÍF var Cristian Preda við 7 málum. Bjarti Hansen skeyt 8 av málunum hjá VÍF.

StÍF-VÍF 25-28 (10-13)