Sum tað leið út á seinna hálvleik og Neistin ikki vildi sleppa takinum, men tvørturímóti ta einu løtuna fór framum og tók leiðsluna frá 23-24 til 25-26, sá VÍF-venjarin alt minni og minni álvuligur út við støðuna, tí hetta var ikki tað, sum vestmenningar ynsktu sær av hesum dystinum.
– Nei, eg var ikki nøgdur við spælið, og serliga ikki við verjupartin tað mesta av dystinum. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at tá dysturin nærkaðist løtuni, har alt skuldi avgerast, byrjaðu spælararnir at flyta seg fyri hvørjumøðrum og komu fýra mál framum. Meira friður kom yvir spælið, og at teir so stressaðu aftur ímóti endanum, kundi eg gott liva við, segði Henrik Gerster eftir dystin.
Ikki var sørt heldur, at spælararnir hjá VÍF høvdu nøkulunda somu uppliving úti á vøllinum, tí Joen Pauli Høgnesen viðgekk eftir dystin, at tað bleiv eitt sindur meira spennandi, enn teir høvdu ætlað:
– Tá verjan ikki riggaði hjá okkum, bleiv tað torført at spæla ímóti Neistanum, sum dugdi øgiliga væl at taka ferðina úr dystinum. Men tá verjan stóð væl, høvdu vit hinvegin gott tak á teimum, og eg haldi, at vit lovaðu teimum alt ov nógv inn í dystin í seinna hálvleiki, so tí stóð eitt sindur á, tá teir brádliga fóru framum, segði Joen Pauli.
– Tað er heldur ikki lætt, tí tað pressar okkum, at vit skulu vinna allar dystirnar, so tí var tað einki stuttligt, at vit runnu aftaná ta einu løtuna har. Sjálvt um dysturin ímóti H71 helst tann, ið hevur størst týdning, skulu vit altso vinna á Team Klaksvík, áðrenn vit koma til hann. Og tað er eingin sjálvfylgja, so tann dystin mugu vit eisini taka í fullum álvara, skulu vit røkka í finaluna.
Tómgongd og tilvild
Dysturin byrjaði øgiliga rótut, og tað var heilt eyðsæð, at Neistin fyrst og fremst vildi taka ferðina av spælinum, meðan VÍF í sínum lagi ikki maktaði at fáa sett ferðina upp, so Neistin skuldi fáa trupulleikar og ikki klára at fylgja við. Taktikkurin hjá Neistanum eydnaðist væl, men hinvegin lá illa fyri hjá VÍF at fáa allar upp í ferð, tí tað var bara onkra hendinga løtu, at onkur av teimum setti ferðina upp, men uttan at fáa hinar við.
Úrslitið av tí var ein fyrri hálvleikur, ið var lítið áhugaverdur at hyggja at, tí talan var ongantíð um serliga gott hondbóltsspæl, men heldur um tómgongd og tilvildarligar hendingar, ið ofta førdu til støðurnar, ið góvu málini.
– Eg var fegin um innsatsin, tí mínir menn spældu ordiliga við hjartanum og kempaðu alt tað, teir vóru mentir. Spell, at vit ikki fingu eitt stig við okkum, tí tað høvdu vit uppiborið, haldi eg, segði venjarin hjá Neistanum, Áki Mørk, eftir dystin, ið enn einaferð hevði prógvað, at unga Neistamanningin hevur havt førleikan til at gera bæði ein og annan vørrin.
– Tað hevur víst seg ígjøgnum allan vetur, at VÍF hevur ligið væl til okkum, so eg veit ikki, hvussu óvæntað tað var, at vit aftur stóðu okkum væl í dag. Men vit hava altso spælt upp ímóti flestu liðunum, vit hava møtt, uttan kanska KÍF, so vit kunnu bara vera heilt væl nøgdir við tað, vit hava fingið burturúr hesum vetrinum.
Nógv betri dystur
Longu allarfyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást, at spælararnir høvdu lurtað eftir sínum venjarum í steðginum, tí dygdin á spælinum var batnað munandi, og nú gjørdist talan veruliga um ein góðan og nógv betri dyst. Forteknini vóru tey somu, at Neistin ikki vildi hava ov nógva ferð á, meðan VÍF vildi fáa alt at ganga skjótari, og tað gav ein undirhaldandi og spennandi hálvleik.
– Eg haldi, at vit høvdu tað, sum skuldi til, fyri at vinna ein sovorðnan dyst, og at Neistin kom á odda 26-25, var eg ikki so bangin fyri, tí tað var fyrstu ferð í dystinum, at tað hendi, og vit høvdu allíkavæl samanlagt munin, segði Henrik Gerster, ið nú hevur tvær vikur at fyrireika liðið enn meira til tað, ið koma skal – og sum vestmenninar vóna, at teir verða partur av, tá avtornar.
– Næstu ferð, tá vit spæla ímóti Team Klaksvík, hava vit eisini Sámal Joensen við aftur, so tá eru vit aftur fullmannaðir. Vit kappast við H71 um at koma í FM-finaluna, men eg hugsi bara um, hvussu tað gongur hjá okkum í VÍF, og røkkur tað til finaluna, so eri eg sera, sera glaður.
Endabresturin
Sunnudagin tekur H71 ímóti StÍF og VÍF tekur ímóti Team Klaksvík, og annan leygardag verður so tann altavgerandi dysturin milum júst H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Sum er, er H71 eitt stig framman fyri VÍF á stigatalvuni, so her kann alt henda.
VÍF og verjan
– Verjuspælið hjá VÍF riggaði ikki serliga væl, og tað mugu teir fáa upp á pláss. Liðið hevur tveir dystir til tað, um tað skal enda við FM-finalu. Men mest spennandi verður at síggja, hvat hendir, tá VÍF spælir ímóti H71 um tvær vikur, segði Claus Rasmussen, sum í gjár var viðmerkjari hjá Rás 2.
VÍF: Filiph Jojic 9, Agnar Joensen 8 (3), Magnus Müller 5, Regin Joensen 4, Sámal Jákup Djurhuus 3, Andrias Eriksen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimvík 1
Neistin: Jugoslav Djumic 9 (3), Sjúrður Thomasen 9, Andras Joensen 4, Beinir í Ólavstovu 4, Teitur Magnusson 3, Torstein Balle 2, Terji Mørk 1
Dómarar: Kári Hansen & Karsten Joensen