Vestmenningar settu KÍF upp á pláss

Hondbóltur: Mansliðið hjá VÍF risti skelkin frá H71-dystinum av sær og hølvaði KÍF av

Tað var ein strika í rokningini hjá føroyameistarunum úr VÍF, at teir næstseinasta vikuskifti taptu móti H71 í Havn, men teir reistu seg væl og virðiliga leygardagin, tá teir spældu móti KÍF.

Tað vóru bert tvey mál á muni í hálvleikssteðginum, men tað var kortini ongantíð ivi um, at VÍF fór at vinna. Teir vóru betra liðið allan dystin, og hevði KÍF-málverjin Óla Kristian Djurhuus ikki staðið so væl í fyrra hálvleiki, hevði munurin ivaleyst verið stórur longu tá hálvleikt var.

Saman við Óla Kristiani var tað Eddi Joensen, sum helt KÍF inni í dystinum í fyrra hálvleiki. Hann skeyt meir enn helmingin av málunum hjá kollfirðingum fyrstu 30 minuttirnar, men samstundis varð hann útvístur tvær ferðir. Hevði hann fingið ta triðju útvísingina, sum gevur reytt kort ? tað var nær við í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki ? hevði KÍF mist sítt sterkasta álopsvápn, og so høvdu kollfirðingar ivaleyst verið illa staddir.

Súni Fríði Johannesen er mest kendur sum fótbóltsspælari, men nú ger hann vart við seg sum strikuspælari hjá KÍF, og hann ger ikki liðið verri. Hann skeyt fimm mál leygardagin, og sostatt skutu hann og Eddi 14 av teimum 18 málunum, KÍF fekk í dystinum.

VÍF hevði í dystinum móti H71 sera trupult við at sleppa framvið verjuni hjá hoyvíkingum, men tað var greitt, at KÍF-verjan ikki var á sama støði sum tann hjá H71. Vestmenningar brendu nógv í byrjanini, men tá kanónirnar blivu rætt innstillaðar í seinna hálvleiki, hevði KÍF einki aftursvar.


VÍF og Kyndil

næstu ferð

VÍF-spælararnir býttu málini so kristiliga ímillum sín, at fimm spælarar skutu fýra mál í part. Ein skeyt trý og tríggir skutu tvey.

VÍF er komið á sigurskós aftur, og nú verður spennandi komandi sunnudag, tí tá koma bæði menninir og kvinnurnar hjá VÍF til Havnar at spæla móti Kyndli.

Kyndlamenn høvdu frí hetta vikuskifti, men teir hava eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingina, og spennandi verður at síggja, um teir fara at megna at gera hoyvíkingum bragdið eftir og vinna á føroyameistarunum seinastu tvey árini.

Dystirnir millum mansliðini hjá VÍF og Kyndli eru størstu klassikarar í føroysku hondbóltssøguni, og meðan VÍF hevur havt greitt tak á Kyndli seinastu árini, tykist munurin á liðunum ikki at vera so stórur í ár, sum hann var eitt nú í fjør, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer sunnudagin.